Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Verdandi - Tilgjørd mynd (teldugjørd mynd av modellinum hjá Hans Jacob Fuglø) | Mynd: Tilgjørd mynd

Søgan um Verdandi

SKRIVAÐ: Tekst & Myndir: Dávur Winther  |  17.02.2026 - 10:34 Mentan Myndarøð Tíðindi

Søguna um Verdandi og aðrar, ið hanga uppivið, fer Óli Jacobsen at greiða frá í Smæruni, í dag, týsdagin kl. 16.00.

Verdandi KG 380 varð bygd í Great Yarmouth í 1888 og merkt til 85,12 tons brutto 50,53 tons netto. – Longdin var 77,44 føtur.

Í 1922 – 20. mars keypir J. F. Kjølbro sluppina úr Reykjavík saman við Balslev & Goos í Keypmannahavn, og reiddi hann hana út í seks ár.

Hesi árini førdi Símun hjá Póli hana í 1924, 25 og 25, meðan Mortan í Hvannasundi førdi hana hini árini.

15. februar 1928, selur J. F. Kjølbro Verdandi til Balslev & Goos. 11. november 1937 selur Balslev & Goos 83 % til Símun Simonsen á Saltangará, Símun á Høgabóli, nevndur og 17 % til Hjalmar Frederiksen, skipara í Tórshavn.

Tá ið kríggið kom, fóru øll tey trý skipini á Høgabóli at sigla við ísfiski til Bretlands. Tey sigldu bæði vetur og summar. Í 1941 fóru „Lizzie“ og „Galathea“ á land úti á Skerum í eini ringari ódn.

Skipini á Høgabóli gjørdu til samans 55 túrar til Bretlands. Tey seldu fyri 140.709 pund til samans. Tað vóru 3,1 milliónir krónur tá. Í nútíðar krónum ein rimmar upphædd.

Ymsar hendingar knýtast afturat oktober 1944, tá ið Verdandi fórst.

Tað knýtast ymsar undarligar søgur at seinastu ferðini hjá Verdandi. M.a. kokkurin, Jóhannes Sólheim av Glyvrum, sum plagdi at vera við sum kokkur, riggaði til ferðina, kom umborð, men okkurt undarligt kom yvir hann, sum segði honum, at hann skuldi ikki við henda túrin.

Sólheim, sum hann vanliga varð nevndur, fór til skiparan og boðaði frá, at hann kom ikki við.

Nú vóru góð ráð dýr. Skiparin, Óli í Búrstovu bað bróður sín, Jakku um at koma við í staðin. Hesum var hann ikki nógv fyri, tí hann hevði júst keypt sær hús í Fuglafirði, og har var ymiskt at taka hond í, áðrenn tey kundu flyta inn.

Jakku - Olaf Jacob Larsen, var kendur fyri sítt hegni m.a. í vegaarbeiði. Hann hevði arbeitt hjá Hans Fonsdal, sum var landsverkfrøðingur í tríatiárunum. Jakku var m.a. við til at gera Funningsvegin, Vegin millum Eiði og Sundalagið, Rituvíksvegin, lendingina í Elduvík og ymiskt annað. Ein snotilig brúgv, ið enn sæst eftir tí gamla vegnum omanfyri Eiðis bygd, hevur Jakku verið við til at gera.

Petur Larsen, tann elsti sonurin mintist, at hann loysti endan á Verdandi, tá ið Verdandi fór av Fuglafirði 16. oktober 1944, dagin eftir, at tey vóru komin av Oyri til Fuglafjarðar við lastbili, sum flutti tey hagar við ferðagóðsinum. Pápin, Jakku var bert 43 ár og kom ikki afturí aftur.

Teir høvdu tikið ís í Fuglafirði. Petur minnist nógva roykin, sum kom frá maskinunu. Hann stóð og eygleiddi teir, til teir fóru undir, so fór Petur heim til hús at hjálpa mammuni.

Jakku og konan, Margretha Larsen áttu átta børn og tað nígginda bar Margretha undir belti. Tað var ein lítil genta, sum Jakku boðaði Margretu frá í dreymi, náttina fyri, hon átti. “Hann hevði eina lítla gentu í ørmunum og segði, at hetta er tað síðsta, ið eg kann geva tær”, greiddi Petur Larsen frá frá mammu síni. Sama dagin, 31. oktober 1944, átti mamman eina dóttir, sum bleiv kallað Jacoba. Nú visti mamman eisini, at teir komu ikki aftur.

Jartrud elsta dótturin, sum seinni giftist við Evald Johannesen, var 16 ár, tá ið pápin fórst. Hon helt hús í rúma tíð, meðam mamman var á sjúkrahúsi í Havn við dóttrini, tí mamman datt so illani og breyt armin og síðuna, beint fyri hon átti. Beiggin, Knút fór tá til grannan Hans og Kristinu Toftegaard – í Køk, at verða í eina tíð, til mamman kom aftur til jóla.

Margretha, sum í Fuglafirði bert varð kalla einkjan, var ein sera fitt og fyrikomandi kona. Hon tók kampin upp, arbeiddi í fiski, vaskaði og bant sera nógv – Eitt árið hevði hon bundið 56 skipstroyggjur, sum hon bar handilsmanninum í býti fyri vørur. Hetta var umframt arbeiðið og tað, hon bant uppá børnini, greiðir Knút Larsen frá. Eisini tók hon onnur fyrifallandi arbeiði.

Atli Larsen

Eg og ommusonurin, Atli Larsen – sonur Petur Larsen, sum eitt skeið var nærmasti granni mín norðuri á Bakka, áðrenn tey fluttu niðan á Trøð í nýggj hús, pápin hevði bygt, spældu nógv saman og vóru tíðum á gott hjá ommu Atla, einkjuni.

Hon tók sær altíð stundir at snakka við okkum, og ikki sluppu vit útaftur, fyrr enn vit høvdu notið okkurt gott frá henni – Ein drekkamunn, ein breyðbita, kakubitla ella okkurt søtt. Hon var so fitt, kerlig, smílandi og góð við okkum, eins og øll, sum komu á gátt.

Hesi níggju børnini komu øll væl undan og hava lagt nógv eftir seg.

Eisini verður ein kaffimunnur at fáa í Smæruni - í dag kl. 16.00 - afturvið einum góðum práti eftir frásøgnina hjá Óla Jacobsen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Silas og Fuglarnir
Søgan um Verdandi
Kaffihugni í Emmaus
Grund­leggj­andi ósamd við avgerðina hjá D…
Dátueftirlitið hevur gjørt av at melda A…
Hvør hevur rætt? Anna ella Erling?
Torraskráin týsdag
Listaframsýning í Glyvra kirkju
Ný-NÝ á Bláakrossi
Daria: - Nú tosi eg flogbólts føroyskt
Savningarmentan
Hugnakvøld í Skálanum
Torrasýning á Stongunum
Listaframsýning á gamla Seglhúsinum
Wenzel Nordic Cup 2026 verður størsta ho…
Torrasýning í gamla Seglhúsinum
Torra-listaframsýning í Varpinum
Upphav kring landið
Gongur móti ljósari tíðum
Nógvir KÍ-leikarar á lands­liðnum
Lýsing