Lýsing
Lýsing
Lýsing

Oyggjafundur um undirsjóvartunnil

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.02.2026 - 09:34 Politikkur Tíðindi

Týskvøldið 17 februar varð skipa fyri oyggjafundi í avhaldshúsinum í Mikladali um framtíðar samferðslu í Kalsoynna

 

Á fundinum vóru framløgur og orðaskifti um møguleikarnar at gera undirsjóvartunnil í Kalsoynna, heldur enn at byggja nýggja ferju, og gera stórar íløgur í ferjulegurnar í Klaksvík og á Syðradali.

Væl av fólki var á fundinum, og breið semja um, at undirsjóvartunnil er besta loysnin, tá hugsað verður um at menna Kalsoynna í framtíðini.

Tað kom eisini fram, at upp á sikt verður undirsjóvartunnil nógv bíligara loysnin fyri landskassan, hóast íløgan í fyrsta umfari er størri.

Tá tikið varð samanum, samtykti fundurin, at næsta stig í royndini at vinna undirtøku fyri undirsjóvartunnli í politisku skipanini, verður tikið í næstum.

Tá er ætlanin at skipa fyri stórfundi á skúlatrøð í Klaksvík, har undirsjóvartunnilsætlanin verður greina nærri. Ætlanin er eisini at bera politiska myndugleikanum útgreinaða og inniliga áheitan um, at fara undir fyrireikingarnar at gera tunnilin beinanveg.    

 

Vegna fyriskipanar bólkin

Sólarn Isaksen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…