Oyggjafundur um undirsjóvartunnil
Týskvøldið 17 februar varð skipa fyri oyggjafundi í avhaldshúsinum í Mikladali um framtíðar samferðslu í Kalsoynna
Á fundinum vóru framløgur og orðaskifti um møguleikarnar at gera undirsjóvartunnil í Kalsoynna, heldur enn at byggja nýggja ferju, og gera stórar íløgur í ferjulegurnar í Klaksvík og á Syðradali.
Væl av fólki var á fundinum, og breið semja um, at undirsjóvartunnil er besta loysnin, tá hugsað verður um at menna Kalsoynna í framtíðini.
Tað kom eisini fram, at upp á sikt verður undirsjóvartunnil nógv bíligara loysnin fyri landskassan, hóast íløgan í fyrsta umfari er størri.
Tá tikið varð samanum, samtykti fundurin, at næsta stig í royndini at vinna undirtøku fyri undirsjóvartunnli í politisku skipanini, verður tikið í næstum.
Tá er ætlanin at skipa fyri stórfundi á skúlatrøð í Klaksvík, har undirsjóvartunnilsætlanin verður greina nærri. Ætlanin er eisini at bera politiska myndugleikanum útgreinaða og inniliga áheitan um, at fara undir fyrireikingarnar at gera tunnilin beinanveg.
Vegna fyriskipanar bólkin
Sólarn Isaksen
