Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Framvegis stórt trýst á bústaðarmarknaðinum

SKRIVAÐ: Betri Heim  |  18.02.2026 - 09:11 Tíðindaskriv

Bústaðarprísirnir gjørdu enn eitt lop í fjør. Orsøkin er vaksandi eftirspurningurin, sum er munandi hægri enn útboðið av bústøðum. Tí er í løtuni einki, sum bendir á, at prísirnir fara at lækka í ár – tvørturímóti.

 

Bústaðarprísirnir hækkaðu millum 10 og 12 prosent

Sethúsini í Føroyum dýrkaðu í miðal 12% í fjør. Miðalprísurin fyri alt landið var 3,1 milliónir krónur.

Í Tórshavn var miðalprísurin í fjør 4,6 milliónir krónur samanborið við 4,2 milliónir krónur í 2024. Tað er ein vøkstur upp á 10%.

Í Eysturoynni kostaðu húsini 2,6 milliónir krónur í miðal. Tað er 12% meira enn í 2024, tá miðalprísurin var 2,3 milliónir krónur.

Gongdin var tann sama á íbúðarmarknaðinum, har íbúðirnar í Tórshavn dýrkaðu 12%. Ein miðalstór íbúð á 85 fermetrar kostaði í fjør 3,4 milliónir krónur. Tað svarar til ein fermetursprís upp á 40.200 krónur.   

 

          

 

“Eftirspurningurin eftir bústøðum tykist vera størri enn nakrantíð. Eisini er eftirspurningurin bæði munandi størri og meira fjølbroyttur enn útboðið - ungar familjur spyrja eftir íbúð ella raðhúsi, og eldri ynskja at fara úr stóru sethúsunum í ein minni bústað, sum er lættari at halda. Bústaðir kring alt landið verða seldir skjótt, og oftast eru sera nógvir áhugaðir keyparar fyri hvørja sølu. Tí er tað sannlíkt, at bústaðarprísirnir fara at hækka enn meira komandi tíðina”, sigur Kára á Dunga, stjóri í Betri Heimi.

 

Bústaðarbyrðan lækkaði

Hóast bústaðarprísirnir eru øktir nógv seinasta árið, hava lægri rentur og hægri lønir við sær, at tað er lutfalsliga lættari at seta búgv í dag, enn tað var fyri einum ári síðan.

Bústaðarbyrðan lýsir, hvussu stórur partur av tøkupeninginum hjá eini barnafamilju, sum keypir bústað við 10% í eginfígging, fer til bústaðarlánið. Talið er ein samanrenning av bústaðarprísunum, rentustøðinum, miðalinntøkunum og skattastiganum, og tað verður brúkt sum mát fyri, hvussu lætt ella trupult tað er at koma inn á bústaðarmarknaðin.

Bústaðarbyrðan fyri íbúðir í Tórshavn var í fjør 27%. Barnafamiljur, sum keyptu íbúð í høvuðsstaðnum, skuldu sostatt brúka ein góðan fjórðing av sínum tøkupeningi til bústaðarlánið – ítøkiliga 12.700 av 46.500 krónum í miðal um mánaðin. Tað er nakað minni enn í 2024, tá bústaðarbyrðan var 29%.

Fyri sethús var bústaðarbyrðan í fjør 38% í Tórshavn og 20% í Eysturoynni. Tað er ein lækking samanborið við 2024, tá bústaðarbyrðan var ávikavist 42% og 22%.

Bústaðarbyrðan í miðal fyri alt landið var 24% í fjør samanborið við 26% í 2024.

 

                                                                                                                      

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Januar 2026 - hvussu royndist veðrið?
Torramatur í Skálanum kl. 11.30 - 17.00…
Petur á Roykheyggi í Betesda í kvøld
Oyggja­fundur um undirsjóvar­tunnil
Framvegis stórt trýst á bústaðarmarknaði…
Torraskráin Mikudagin
Bílig fígging ger dýrar verkætla­nir lokk…
Brøgd á sjónum
Video: Kafé Fríða við góðum mati á Ferða…
Judith Holm Kjærbo 100 ár
Video: Marietta leverar køkur til Ferðav…
Video: Amarant leverar lekkurt morgunábi…
Umhvørvis­kanningin av Suður­oyartunli­num…
Video: Ferðavinnu­ráð­stevnan er eisini ti…
Klaksvíkar bókasavn - Bindiskeið
Skráin fyri Faxe Kondi steypafinalurnar
Hitt íverksetararnar
Silas og Fuglarnir
Søgan um Verdandi
Kaffihugni í Emmaus
Lýsing