Lýsing
Lýsing
Lýsing
Framsókn repar seglini nakað við bert at stilla upp til annað valið og við færri valevnum enn í 2022. | Mynd: Framsókn

Framsókn stillar bara upp til annað valið

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.03.2026 - 15:27 Politikkur Tíðindi

Framsókn legði í dag fram valskrá sína, men tað, ið tók fokusið frá henni var, at samstundis kom ein fráboðan um, at Framsókn ikki ætlar sær at stilla upp til fólkatingsvalið á hesum sinni. Ikki minst tí at valskráin annars er sera stutt.

Valskráin eitur ”Vel vit og skil”, og í henni stendur, at flokkurin fer at arbeiða fyri nógv fleiri bústøðum í Føroyum, fólkavøkstri og búskaparvøkstri, tjóðarsemjuni um at gerast eitt sjálvstøðugt land, og at fleiri krøv skulu setast til útlendingar, sum annars eru vælkomnir, stendur m.a. at lesa. Flokkurin er eisini ímóti dupultfunktiónum, stendur í valskránni.

Verður kavað so djúpt niður, sum til ber í eini so stuttari valskrá, so sæst eisini, at hámark skal setast fyri almennum, fyrisitingarligum størvum, at rentustuðulin skal niðurlagast, og millum nýggju vinnuvegirnar hjá Føroyum verður eitt nú nevnd rúmdarvinna. Eisini ætlar flokkurin at bora eftir olju, gassi og mineralum.

Eins og Tjóðveldi sigur Framsókn hetta vera seinasta fólkatingsvalið, men munurin er, at Framsókn ikki stillar upp til tað. Hanna Jensen og Sólvit E. Nolsøe stilla ikki upp aftur til løgtingsvalið, men annars stilla bæði forkvinnan Ruth Vang og løgtingslimurin Bjarni Kárason Petersen, umframt teir báðir varalimirnir Árni M. Dam og Karlot Hergeirsson, ið hava verið inni styttri og longri tíðarskeið, tá innvaldu tinglimirnir hava verið í farloyvi. 14 fólk stilla upp hesa ferð í mun til 17 til seinasta løgtingsval. 

Í 2022 stillaði Framsókn upp til fólkatingsvalið, men fekk bert 936 atkvøður. Tað vóru 64 atkvøður ov stutt til at kunna fáa stuðul úr statskassanum upp á 35 (nú 37) krónur pr. atkvøðu. Hámarkið er seinni (2024) broytt til 500 atkvøður. 

Øll valskráin hjá Framsókn kann lesast her

Lýsing
Seinastu tíðindini
Marius DC við gestum á Summar Festivalin
Veðrið í dag
168 íbúðir byggjast Á Fossum
Viðvíkj­andi avgerð hjá ákæruvaldi­num í m…
Nýggj hølir "Hjá Judith" í Saltangará
Handilsflotin í vøkstri
Holland í litføgrum hami
Sterkar norð­oyatingkvinnur stýra fíggjar…
Móðurmálið í fjølmiðlahøpi var á skrá á…
Myndarøð og dystarfráøgn: KÍ var sekundi…
Ákæra reist í Bakkafrostmálinum
Legendu dansur í Dansifrøi 
Flaggdagshald í Havn 2026
Føroya Bilasøla fær umboð fyri tvey altj…
Tilmæli um hækkandi vatnstøðu í Føroyum
62°N VINNA savnar føroyska vinnulívið á…
Hermann Samuelsen nýggjur løgtingslimur
Mentan­arvika í Runavík
Millum Washington og Keypmannahavn: Føro…
Tingnevndir­nar valdar í dag