Lýsing
Lýsing
Lýsing

Beinrakin Búskapur

SKRIVAÐ: Sunnvá Dahl Høgfeldt  |  11.03.2026 - 21:15 Politikkur Tíðindaskriv

Skilið er ringt nógva staðni í heiminum. Vit hoyra dagliga um kríggj og neyð og elendigheit ymsa staðni kring knøttin. Ikki gott hjá teimum, ið har búgva. Eg blívi í døpur huga, tá eg hoyri um alt tað ringa, ið gongur fyri seg í heiminum

 

 

Vit eru heppin í Føroyum at liva í hesum trygga og góða landi. Her eru góðir og tryggir karmar hjá øllum at vera. Vit hava tættar familjurelatiónir og vit ansa væl eftir hvørjum øðrum. Vit hava góðar sosialar skipanir, sum kunnu lofta teimum, ið hava onkran tørv á hjálp ella stuðul av ymsum slag. Tað skulu vit vera takksom fyri.

Hetta er tó ikki heilt ókeypis, skilt soleiðis, at onkur má gjalda. Játtanir á fíggjarlógini mugu fylgja við, fyri at sosialu skipanirnar hava møguleika at virka eftir tørvi. Her er tað umráðandi sum politikari at hava gott vit og skil.

Hvussu húsast vit best við tí fíggjarkarmi, sum nú einaferð er til taks? Tað er eyðsæð ikki so lætt at leggja eina fíggjarætlan, har øll fáa tað, tey ynskja.

Eg ætli mær tó í øllum førum at virka fyri, at vit brúka peningin rætt og skilagott.

Tað krevur dirvi og støðufesti at leggja rygg til eina fíggjarætlan. Hetta haldi eg meg vera føra fyri.

Millum annað tí bjóði eg meg fram sum valevni til løgtingsvalið. Vit ungu kunnu væl gera mun. Eisini tá tað ræður um fíggjarpolitikk.

 X við Sunnvá Dahl Høgfeldt.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…