Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tiltøk í vikuni

SKRIVAÐ: Visit North  |  12.03.2026 - 14:10 Mentan Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Visit North kunnar um spennandi tiltøku av øllum handa slagi, ið ganga fyri seg í okkara nærumhvørvi komandi vikuna

 

Grækarismessa 12. mars

Kl 17 verður grækarismessuhald í Varpinum. Skótarnir í Klaksvík skipa fyri, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir. Per Jacobsen heldur røðu, og Hans Hjalti Skaale og onnur skipa felagssangin. Eisini verður drekkamuður at fáa. 

Kl 19 verður tiltakið Fólk og Fuglar á Skúlatrøð. Tað er Umhvørvisstovan sum skipar fyri, og fortelur um útvald fuglasløg, fuglateljingar og Ramsar økir. Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding. Tað kann gerast á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni us.fo.

Kl 19 verður alment tiltak um diplomútbúgving í námsfrøði í gomlu miðhøllini á Skúlatrøð. 

Kl 20 er føstuguðstænasta við Lis Samuelsen, presti, í Christianskirkjuni. Kvinnukórið í Emmaus syngur og drekkamuður verður aftaná. 

 

Fríggjadagin 13. mars

Kl 22.30 er pub quiz í Roykstovuni

 

Leygardagin 14. mars

Kl 14 bjóðar Elsa Hansen inn til grannakaffi á Garðavegi 32. Hetta er eitt kunningar og innsavningartiltak fyri Krabbameinsfelagið. 

Kl 16 letur listaframsýning upp í Gamla Seglhúsinum. Tað er Hjørdis Haack og Hans Pauli Olsen sum sýna fram. 

Kl 21 er kafé quiz í kafé Fríðu

 


Sunnudagin 15. mars

Kl 15 dystast menninir KÍ-NSÍ á plenuni í Klaksvík

Kl 15 skipar Klaksvíkar Dansifelag fyri stórum eydnuhjóli í Skálanum.

Kl 16 verður várkonsertin hjá Føroya Symfoniorkestri. Konsertin verður í Varpinum, og fleiri føroyskir solistar verða at hoyra saman við orkestrinum. Atgongumerki kunnu keypast á varpid.fo

 

Mánadagin 16. mars

Kl 16.15-18.30 bjóða Pól og Mathilda til grannakaffi heima hjá teimum á Helnabrekku 27

 


Mikudagin 18. mars 

Kl 17-19 eiga børnini pallin í Varpinum. Tá er opin pallur, og tiltakið er ókeypis.

Kl 20-22 eiga tey vaksnu pallin í Varpinum. Opin pallur fyri vaksin. Tiltakið er ókeypis.

Kl 18.30-21.30 er aftur lív á hermótinum. Hermótið bjoðar kreativt ítriv og spæl fyri vaksin. Hermótið er á Heygavegi 42

Kl 19 er føstuguðstænasta í Árnafjarðar kirkju, við Símuni Persson Jacobsen presti. 

Kl 20 er føstugudstænasta í Mikladals kirkju við Anniku Magnussen Gaard presti. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið á Norð­oyastevnu
Heilivágs­ráðið farið til verka
Kular Røtur: Eg vil ikki í skúla
- Vit spyrja hinar spurningar­nar!
Blaðið er komið
Einans tríggjar sýningar aftrat av Norðo…
Norð­oyastevnuróðu­rin 90 ár
Gallarí Á Stongunum
Norð­oyastevnu­konsertin hjá Klaksvíkar Ho…
Norð­oyastevnu­framsýning
Ferðslan á norð­oyastevnu
Norð­oyastevnuskráin fríggja­dagin
Býarkoyring fríggja­dagin 29. mai
Skýlisklettur 2.500 pund
- At verða mentanar­hús í miðbýnum, tað f…
- Fólk vilja gjarna fara í føroysk klæði…
Føroyar ein Maritimur Tænastudepil
Eingin Veðurstova Føroya uttan Alix
Avtala um íbúðarbygging undirskrivað
EINARS 10 ára whisky walk
Lýsing