Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ress Spa er valt sum eitt av “World’s Greatest Places 2026”

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.03.2026 - 14:14 Tíðindi Vinna

Ress er valt sum eitt av heimsins bestu støðum í 2026 á kenda listanum “World’s Greatest Places”, sum amerikanska tíðarritið TIME gevur út hvørt ár.

 

 

TIME velur støð kring allan heim, sum tey meta bjóða serligar og nýskapandi upplivingar innan ferðavinnu, mentan, matstovur og hotell. Listin verður gjørdur í samstarvi við tíðindafólk kring allan heim.

At Ress nú er komið á listan verður mett sum ein stór altjóða viðurkenning – bæði fyri spa’ið sjálvt og fyri føroysku ferðavinnuna sum heild.

“Vit í Ress og á Hotel Føroyum eru bæði errin og takksom fyri viðurkenningina frá TIME. At vera vald sum eitt av ‘World’s Greatest Places 2026’ er ein stórur heiður og ein staðfesting av arbeiðinum, sum er lagt í at skapa eina serstaka vælveruuppliving í Føroyum,” sigur Súsanna í Stórustovu, leiðari í Ress.

Samstundis er heiðurin eisini ein viðurkenning av Føroyum sum ferðamáli, har náttúra, gestablídni – og nú eisini vælvera – ganga upp í eina hægri eind.

Við hesari viðurkenning verður Ress Spa sett á heimskortið sum eitt av teimum mest áhugaverdu støðunum at vitja í 2026.

Listin sæst her https://time.com/collection/worlds-greatest-places/2026/

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Marius DC við gestum á Summar Festivalin
Veðrið í dag
168 íbúðir byggjast Á Fossum
Viðvíkj­andi avgerð hjá ákæruvaldi­num í m…
Nýggj hølir "Hjá Judith" í Saltangará
Handilsflotin í vøkstri
Holland í litføgrum hami
Sterkar norð­oyatingkvinnur stýra fíggjar…
Móðurmálið í fjølmiðlahøpi var á skrá á…
Myndarøð og dystarfráøgn: KÍ var sekundi…
Ákæra reist í Bakkafrostmálinum
Legendu dansur í Dansifrøi 
Flaggdagshald í Havn 2026
Føroya Bilasøla fær umboð fyri tvey altj…
Tilmæli um hækkandi vatnstøðu í Føroyum
62°N VINNA savnar føroyska vinnulívið á…
Hermann Samuelsen nýggjur løgtingslimur
Mentan­arvika í Runavík
Millum Washington og Keypmannahavn: Føro…
Tingnevndir­nar valdar í dag