Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Halda knøini til toppdystin sunnudagin?

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  11.03.2026 - 22:44 Ítrottur Tíðindi

Tveir týdningarmiklir leikarar hava eftir krossbandsskaðar trupulleikar við knøðunum undan toppdystinum millum KÍ-NSÍ sunnudagin. Teir spældu ikki nakran minutt í 1. umfari.

Hallur Hansson fekk krossbandsskaðan í 2022, men hevur í tíðarskeiðum síðani verið darvaður av trupulleikum í knænum. Hann hevur tó eisini spælt nógv í tíðarskeiðum síðani summarsteðgin í 2024 og sambært FaroeSoccer var hann skrásettur fyri 31 dystir í 2025. Móti endanum av kappingini í fjør og aftur í 1. umfari í ár hevur pína aftur argað. Royndi miðvallarleikarin hjá KÍ hevur ofta verið týdningarmikil í toppdystum. Sum skilst er møguleiki fyri, at hann verður klárur til sunnudagin, men størri ivamál er, hvussu stórur leikluturin verður.
Brandur Hendriksson Olsen fekk somuleiðis ein krossbandsskaða í 2022. Hann hevur tó verið nógv tøkur síðani hann í 2023 byrjaði aftur eftir skaðan. Men móti endanum av kappingarárinum í fjør fekk hann trupulleikar í knænum og í 1. umfari sat hann á bonkinum allan dystin vegna trupulleikar í knænum. Sum skilst er møguleiki fyri, at hann spælir móti KÍ sunnudagin, men eins og við Halli, so er ivamál, um vit síggja Brand spæla við fullari ferð allan dystin ella um leikluturin verður meira avmarkaður.
KÍ-NSÍ spæla sunnudagin kl. 15.00.

Lýsing
Seinastu tíðindini
John Ziska Joensen fekk ’’debut’’ á KÍ-l…
Birita Adela fekk FUR-heiðursløn 2026
Føroya Bjór er feilstaðsett í Klaksvíkar…
Myndarøð: Einvegis ferðsla á Djúpumýru
Seyða­hundasamband Føroya haft aðalfund
Aðalfundur í Norðoya Sambands­felag
“Lands­stýrið strammar upp á innflyt­ingar…
SKA- Emmaus 90 ár
Jógvan framførir í Testovuni hjá Marin M…
Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur…
Lyon Hansen á Country Festivalinum
Tiltøk í vikuni
Framsýning í Skúlanum á Fossánesi
Jóannes Bjartalíð hevur flest málstig í…
Hagstovan: 13,9 milliardir útgoldnar í l…
Hjartasuff um KvF og um til tíðir at gja…
Ægir skipaði fyri bólkastevnu
Upptakt: KÍ-ÍF
Julian føroyskt met til DM í 10 km
Hvat ger Sjúrður nú?