Lýsing
Lýsing
Lýsing

Torraskáin fríggjadagin

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  20.02.2026 - 09:00 Mentan Tíðindi

Fríggjadagur 20.02.26 hevur nógv ymikst og áhugavert á skrá

Fríggjadagur 20.02.26

Kl. 11.00-20.00 Café Fríða
Hvønn dag í Torravikuni. Serligur Torra-borðseðil – sí Frida.fo Eisini er annað mangt á borðseðlinum.

Kl. 11.30-15.00 Angus opið
Sí matskrá og bílegg borð á Angus.fo ella tel. 457777. Serligur Torra-borðseðil.

Kl. 13.00-17.30 Blákrossbúðin í Klaksvík 
Klaksvíksvegur 65 Klæðir kunnu keypast og latast inn allar dagar. Vælkomin inn á gólvið!

Kl. 14.00-16.00 Varpið – Foyerin Norðoya Listafelag sýnir fram listaverk í kjallaranum í Varpinum. Ein afturlítandi framsýning við verkum hjá Norðoya Listafelag.

Kl. 14.00-17.00 Testovan Marin Malena
Opið á hesum serstaka staði á Nólsoyar Páls garðinum. Borð kann bíleggjast á www.bsg.fo Livandi søguforteljing hvønn tíma.

Kl. 15.00-18.00 Dávavirkið Reyðikrossbúðin Kom og vitja – og keypið okkurt.
Kaffi er á kannuni.

Kl. 16.00-18.00 Gallarí Á Stongunum Listaframsýning við Heidi Petersen og Jákup Lervig. Á Torradøgum og eftirfylgjandi dagarnar, 16. februar - 1. mars, er listaframsýning í Gallarí Á Stongunum.

Kl. 16.00-18.00 Dragin
Opið skip umborð á Draganum. Til ber at kunna seg um virksemið umborð á skúlaskipinum. Kokkurin bjóðar kaffi.

Kl. 17.00 Norðoya Bátafelag
í gamla Roykivirkinum, Faktorsvegur 6 Streymkort og Veðurkort Knud Simonsen frá Veðurstovu Føroya og Jan Hammer Egholm frá Vikmar greiða frá teimum nógvu møguleikunum við digitalum streym- og veðurkortum.

Kl. 17.00-22.00 Angus opið
Sí matskrá og bílegg borð á Angus.fo ella tel. 457777. Serlig Torramatskrá – alla vikuna: - Forrættur – rækjubland. - Høvuðsrættur – grillaður laksur frá Bakkafrost. Alt hetta fyri einans kr. 199,- / vanliga kr. 259,-

Kl. 19.00 Testovan Marin Malena Graseinkjukvøld á Torradøgum.
Leiklutin hjá kvinnuni í sjómanslívinum. Sjómanskonur práta um, hvussu tær megna móðurleiklutin, húsarhaldið, arbeiðslív og gerandisdagin. Solby Christiansdóttir skipar kvøldið, sum er ókeypis.

Kl. 19.00 og kl. 20.30 Spinnaríið – á loftinum Okkurt ræst á loftinum í Spinnarínum – bíligt skemt, dirvi og ótálmaður látur. Klaksvíkar sjónleikarfelag – Klingrugarður 10, Klaksvík. Atgongumerkir á kr. 100,- á www.atgongumerki.fo

Kl. 19.00 Torratalv á Café Fríðu
Klaksvíkar Talvfelag skipar fyri einum hugnaligum kvøldi fyri Torra-telvarar – uttan ratingtal. Við er eisini sterki Ólavi Simonsen, sum bjóðar av í simultantelving. Avmarkað luttøka. Tilmelding á: tummasmartinsolsker@gmail.com

Kl. 19.30 Norðoya Fornminnasavn
Fyrilestur við Andras Sólstein:
Vøra til Kjølbro endaði sum eitt stuldursmál í 1930 – Ein syrgilig hending á Viðareiði í 1907. Kaffi á kannuni

Sí Torraskránna her

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…