Talvlandskappingin løgd út á blik
Nú í næstum er ætlanin at leggja fram á heimasíðu Talvsambandsins nýtt, søguligt yvirlit yvir úrslitini í føroysku liðkappingini í talvi heilt frá byrjan í 1971.
Tilfarið er komið í ljósmála eftir drúgvar rannsóknir og miðvíst arbeiði at fáa tað, sum nú er útvegað, at vera algongt hjá øllum áhugaðum.
Úrslitini í landskappingini í talvi í Føroyum hava tíverri ikki verið skjalførd. Talvsamband Føroya hevur frá fyrstu árum ikki lagt seg eftir at savna og varðveita alt tilfarið. Kappingarleiðari hevur verið alt tað, ið menn minnast, og feløgunum var álagt at flýggja honum alt tilfar eftir loknan dyst, bæði dómaraseðil og avrit av uppskrivaðum leikum í hvørjum talvi.
Men Talvsambandið hevði onga fasta mannagongd um, hvat gerast skuldi við alt hetta rúgvismikla tilfar, tá ið kappingin var lokin á hvørjum ári. Talvsambandið hevur ikki havt egin høli og ei heldur fasta goymslu, tí hevur verið stríggið at fáa til høldar alt tað, sum vaks burturúr økta virkseminum. Í dag verður tilfarið alt talgildað umvegis alheims talvdátugrunnin Chess-results. Í hesum grunni finnur tú úrslit og talv í føroysku landskappingini aftur til 2007. Tað, sum eldri er, liggur hult í támi.
Men nú verður so ein roynd gjørd at bjarga tí, sum bjargast kann.
70-ini eru kám
Lat tað beinanvegin vera sagt, at henda innsavningarroyndin fevnir í fyrsta umfari um fremstu deildina, 1. deild, fyrr kallað A-deildin.
Tað hevur tó eydnast at fáa til vega endaliga úrslitið í hinum deildunum, og tað verður so krøkt upp í. Orka hevur ikki verið til annað í fyrsta umfari. At savna saman talvini í hvørjum dysti liggur eisini uttanfyri hetta fyrsta stigið í hesari innsavning.
Fleiri stakroyndir hava verið gjørdar millum telvarar, men tað vísir seg tíverri, at fáir hava lagt seg eftir at varðveita sínar uppskriftabøkur, og enn minni ørkini av uppskrivaðum leikum, ið seinni loystu av serstøku uppskriftabøkurnar. Hevði støðan verið ein onnur hesum viðvíkjandi, hevði alt verið munandi lættari.
Tað, sum dentur er lagdur á, er fyrst at fáa úrslitið í hvørjum dysti til høldar, og soleiðis eina fullfíggjaða kappingartalvu fyri hvørt ár, og - í øðrum lagi - at fáa til vega úrslitini fyri hvørt borð sær í øllum dystum í fremstu deildini, so at síggjast kann, hvørjir telvaðu, og hvussu úrslitini fullu.
Hetta hevur verið setningurin, men hann kann ikki røkkast til fulnar. Avbjóðingarnar hava verið mestar við elsta tilfarinum.
70-árini eru tey kámastu. Borðúrslit hava vit bara fyri tvey av hesum árunum, afturfyri hava vit fullfíggjaða kappingartalvu fyri fleiri av árunum, tó ikki øllum, men tá hava vit kortini endaligu røðina í stigum. Men í einum føri standa vit at kalla á berum; kappingarárið 1974-75 er mestsum horvið í heilum líki.
Men tá vit førka okkum fram í 80-árini, tekur at lýsa í. Og frá 1982 hava vit at kalla fullfíggjað yvirlit fram til dagin í dag.
Talvteigar í bløðunum
Høvuðsmiðið í hesum rannsóknum hava verið føroysku avísirnar, sum hava hýst einum líkinda talvteigi. Høvdu hesir talvteigar ikki verið, stóð illa til. Gunnar Reynslág legði við sínum vala talvteigi í Dimmalætting frá á vári 1972 til á heysti 1974 grundina til nágreiniligar frásagnir frá hvørjum dysti sær í liðkappingini.
Hendinga aðrir talvteigar eru okkurt stutt skifti í øðrum avísum í 70-árunum, men skrivingin um liðkappingina er tá meira óreglulig og minni nágreinilig. Vend kemur ikki í fyrr enn um ársskiftið 1981/82. Tá sæst nýggjur talvteigur í Dimmalætting, sum líkist tí, sum var, tá ið Gunnar Reynslág setti gongd á. Hesin talvteigurin, sum Suni Merkistein skrivar, lýsir nágreiniliga føroysku landskappingina til og við 1985.
Mannagongdin var tann, at ringt var hvørt sunnukvøld til kappingarleiðaran at fáa úrslitini, tí blaðið vildi fáa tilfarið til talvteigin sum skjótast, helst longu mánadagin. Gutti Petersen, sum var kappingarleiðari tey árini, las tolin og trúfastur upp fyri fríyrkisjournalistinum øll tey einstøku úrslitini fyri hvørt umfar, sum hann fyrr á kvøldi eins tolin hevði skrivað upp, tá umboðsmenn fyri øll heimalið ringdu hann upp við sínum úrslitum, borð fyri borð, og dyst fyri dyst. Hetta vóru tí ofta drúgvar telefonsamrøður, og nógv pennakrutlan, men soleiðis vóru treytirnar tá á døgum, áðrenn nakað internet var komið, ella tíansheldur telefax, og enn minni fartelefon. At varpa avrit av dómaraseðili við einum klikki við fartelefon sum nú, var ikki hugsingur um tá. Kappingarleiðarin hevði tí telefonvakt - at kalla skrivstovutíð - alt sunnukvøldið.
Bogi Ziska skrivaði um ársskiftið 1985/86 eitt sindur um liðkappingina í talvteigi í ritinum "Alt um Ítrótt", men gevst so á hálvari leið.
Leif Kristensen, sterkur danskur telvari, sum búleikaðist í Føroyum eitt skifti frá miðskeiðis í 80-árunum, tekur nú stafettina. Hann skrivar regluligan talvteig í Dimmalætting í eini tvey ár - á donskum - og lýsir væl føroysku kappingina. Hann flytur so aftur til Danmarkar at búgva á heysti 1988, og gevst tá við skrivingini.
Heini Olsen skrivar eitt stutt skifti í 1989 í Sosialinum, men nú byrja bløðini so smátt sjálvi at fylgja við í landskappingini í talvi. Hin talvhugaði journalisturin Grækaris Djurhuus Magnussen ger góðan mun, tá ið hann er tíðindamaður á bløðunum. Eitt skifti fer Leif Kristensen aftur at skriva um talv í Dimmalætting. Hóast hann býr í Danmark, roynir hann eftir førimuni at fylgja við í føroysku kappingini. John Rødgaard skrivar hesi árini eisini um talv í Sosialinum, Kjeld Thomsen var fastur týðari, men John legði ikki so stóran dent á at siga frá hvørjum dysti í føroysku kappingini.
Royndirnar at geva út serstakt Talvblað í Føroyum hava verið misjavnar, og lítið er tí at finna um liðkappingina í teimum fáum bløðum, sum Talvsambandið gav út árini frá 1979 til 2001.
Afturímóti var elsta gerðabókin hjá Talvsambandi Føroya hent, tá greiða skuldi fáast á dystarúrslitum fyri fyrstu árini. Tíverri er óvist, hvar henda gerðabók nú er endað, men tað mesta av gomlu úrslitunum vórðu uppskrivað fyri fleiri árum síðani, og hava verið tøk í hesum føri.
Ymisk mið
Men blaðskrivingin bøtir tó verri enn so øll holini. Neyðugt hevur tí verið at royna onnur mið eisini.
Tað hevur eydnast at fáa fatur á ringbindum, sum onkur fyrrverandi kappingarleiðari hevði í sínari varðveitslu. Her skal Helgi Joensen á Toftum nevnast. Frá honum fekst í síni tíð tilfar frá kappingarárunum 1988/89 og 1989/90, sum lítið var skrivað um í bløðunum. Onnur ringbind, sum fevna um kappingarárini 1992/93 og 1993/94 funnust í tilfari, sum Talvsambandið hevði liggjandi á fyribils goymslu. Niclas Joensen, sum var kappingarleiðari okkurt skifti bæði í 80-unum og serliga 90-unum, hevur av sínum eintingum syrgt fyri at goyma dystar- og borðúrslitini tey árini.
Eydnan hevur eisini verið hent í øðrum føri. Kappingarárið 1985/86 tóktist leingi at fáa somu lagnu sum hitt skalluta kappingarárið 1974/75, men av berari tilvild var í goymslu í hølum Havnar Telvingarfelags gingið fram á skitsu til ratingútrokning fyri júst hetta kappingarárið. Her fekst alt í heilum líki. Og tá ið borið var saman við tey hendinga úrslit, sum blaðið "Alt um Ítrótt" hevði frá somu kapping, samsvaraði alt til fulnar.
Í øðrum føri var komið fram á fullfíggjað úrslit í 1. deild kappingarárið 1990/91, sum lítið var skrivað um í bløðunum. Hetta yvirlit hevði ratingútroknari eftir umbøn flýggjað áhugaðum telvara við telefaxi, og til alla lukku kom hetta telefax í ljósmála, tá leitað var.
Her kann nevnast, at sóknast hevur til fánýtis verið eftir skjalførdum yvirliti hjá teimum, sum hava fingist við at rokna ratingtølini út. Ratingtøl hava verið roknað í Føroyum síðan 1980, men sum skilst hevur uppgávan fyrst og fremst verið at rokna úrslitini út, og tá ið listin er klárur, hevur tilfarið, sum útroknararnir hava sitið við, verið ruddað burtur.
Tá komið er inn í 90-árini fara føroysku avísirnar so smátt at gera meira burturúr ítróttaskriving, og talvúrslit gerast ein nátúrligur partur av øktu ítróttaskrivingini. Í seinnu hálvu av 90-unum síggjast talvteigar aftur í bløðunum. Carl Eli Samuelsen skrivar í nøkur ár regluliga um talv í Sosialinum, og Eyðun Nolsøe í Dimmalætting. Føroyska liðkappingin er tá í tryggum hondum.
Og so eru vit brátt komin inn í talgildu øldina, og við henni fáa vit eisini dátugrunnin chess-results.
Suni og Rógvi
Tað eru teir báðir Suni Merkistein og Rógvi Egilstoft, sum av sínum eintingum eru farnir undir at savna og leggja fram úrslitini í liðkappingini í talvi. Suni hevur putlast við at fáa fatur á tilfarinum, og Rógvi hevur arbeitt við uppseting og talgilding.
Hvørt tíggjuáraskeið verður tikið fyri seg. Sagt verður í stuttum frá kappingunum, ár fyri ár. Fyrst verða 70-árini løgd fram. Tey eru, sum áður nevnt, rættiliga ófullfíggjað.
80-árini eru frá 1982 at kalla fullfíggjað. 90-árini eru næstan fullfíggjað, men tað hevur ikki eydnast at fáa øll borðúrslit fyri summar av dystunum kappingarárið 1991/92.
Vónandi er, at onkur hevur okkurt liggjandi, sum tað ikki hevur eydnast at fáa hendur á. Tað vísir seg tildømis, at okkurt talvfelag hevur í sínum lagi skrivað upp nágreiniliga egin úrslit í eitt nú gerðabøkur felagsins. Her má Sandavágs Talvfelag nevnast. Teir hava øll tey nógvu, fyrstu árini skrivað upp úrslitini í liðkappingini hjá teirra liðum, borð fyri borð.
Høvdu onnur feløg gjørt sum teir, hevði tað verið eitt spæl at rekonstruera gomlu árini. Men hesi miðini eru helst ikki fulltroytt.
Tí er at vóna, at sagt verður frá, um okkurt er, sum leggjast kann aftrat tí, sum nú er savnað. Skipanin er jú soleiðis, at tøppast kann inn so hvørt, sum tað legst aftrat.
Stutt um 70-ini
Landskappingin byrjaði veturin 1970-71.
Talvsamband Føroya var stovnað 14. februar 1970. Møtt vóru 28 umboð úr níggju feløgum á stovnandi aðalfundi á Parnassinum á Hotel Hafnia í Havn, tey vóru úr Sandavági, Miðvági, Sørvági, Eiði, Gøtu, Klaksvík, Kollafirði, Vestmanna og Tórshavn.
Tá var samtykt, at farast skuldi undir eina regluliga landskapping í talvi millum feløg. Framman undan hevði kappingin um sokallaða Wood-borðið verið tað, sum feløgini høvdu sínamillum at kappast um. Wood-kappingin var ein árlig páskakapping, men tað var alt ov lítið til at metta vaksandi talvhugin í feløgunum.
Fyrsta árið var bara tann eina deildin, men áhugin vaks brátt. Árið eftir vóru deildirnar tvær, ein A-deild og ein B-deild. Triðja árið tvífaldaðist luttøkan, tí nú vóru deildirnar fýra; ein C-deild og ein unglingadeild vóru nú komnar aftrat. Og soleiðis var í nógv ár.
70-ini eru sonn talvár. HM-dysturin í Reykjavík í 1972 millum Fischer og Spasski íbirtu rættan talvfepur víða hvar, ikki minst í Føroyum. Fimm nýggj talvfeløg verða stovnað í 70-unum, og aftrat FM-kappingini fyri lið, byrjar eisini reglulig kapping um FM í talvi fyri einstaklingar. Og oman á alt eru Føroyar umboðaðar á talvolympiadum frá 1970.
Tá er altjóða limaskapurin í FIDE váttaður. Tað var tí í talvi, at Føroyar av fyrstan tíð vórðu umboðaðar í altjóða kapping á jøvnum føti við øll onnur heimsins lond.
Drúgt - bæði at telva og ferðast
At telva var í 70-unum - og 80-unum við - drúgvari enn nú á døgum. Talvini vardu longri, tí tá tá bar til at leggja niður talv eftir fimm tímar, og síðani halda fram ein annan dag. Hetta bar til áðrenn talvforrit vórðu ment, sum kollveltu alt. Í dag kann teldan siga tær, hvør besti leikurin er, og tí er grundarlagið tikið undan siðvenjuni við niðurløgdum talvum.
Í 70-unum vóru samferðsluviðurskiftini heilt øðrvísi enn í dag. Tvørligari var at ferðast ímillum. Í 1970 mátti siglast millum oyggjarnar. At eiga á niðurlagt talv mundi tí mangan vera møtimikið. Tað helt kortini ikki monnum frá at leggja talv niður. Tað var meira sjáldan, at dystur endaði uttan at okkurt talv ikki var niðurlagt. Soleiðis kundu dystirnir tí ofta standa og gálva í hálvum gekki - stundum í vikuvís - áðrenn endaliga úrslitið var greitt.
Fyrimunirnir við niðurløgdum talvum var, at menn analyseraðu nógv og fingu góða venjing í talvgransking. Annað var, at telvarar komu at kennast betur, tí tað slapst ikki altíð til húsa aftur beinanvegin, sum liðugt var at telva. Bíðast skuldi eftir ferjuni, og ofta var langt millum túrarnar. Tá var vanligt, at heimaliðið beyð útiliðnum heim til nátturða. Soleiðis kom bæði kennskapur og vinskapur uppí.
Nýggir avbjóðarar
Í nógv ár høvdu havnarmenn og vestemnningar togast um Woodborðið. Hetta mynstrið sæst framvegis í 70-unum, men broytingar eru ávegis.
Onnur feløg fara so smátt at gera um seg. Fyrst og fremst kollfirðingar. Eysturoyggin mennist so líðandi, fleiri nýggj feløg koma undan kavi har, og tá líður á 70-árini sæst, at talvfelagið á Toftum, sum var stovnað í 1973, hevur ment seg so nógv, at teir taka dystin upp við Havnina um FM-heitið.
Faroechess.com
Vit fara nú at leggja út úrslitini fyri fyrsta tíggjuáraskeiðið - 70-ini.
Í næstum fara vit at breiða 80-árini út á blik, eftir tað vera tað 90-árini, o.s.fr. Júst nær alt er komið út, er eitt sindur óvist, men ætlandi kemur alt út innan nakrar vikur.
Tilfarið verður lagt fram á heimasíðu Talvsambandsins - faroechess.com.