Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jakobina á Summar Festivalin

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.02.2026 - 09:09 Mentan Tíðindi

Jakobina Ellingsgaard fer saman við bólki at framføra á Summar Festivalinum

 

Songkvinnan Jakobina Ellingsgaard fer nú at hava konsert á Summar Festivalinum fyri fyrstu ferð.

Jakobina spælir fólkatónleik av tí góða, gamla slagnum saman við bólki, sum er mannaður við Fróða Vestergaard og Páll Holm Lave. Tey spældu eitt skifti í 1980'unum saman í útisetabólkinum Flytifuglar. Nú spæla tey saman aftur.

Jakobina og tey fara at framføra sangir, sum hon sjálv hevur givið út, ella sum hon saman við øðrum hevur givið út.

Jakobina Ellingsgaard var í 1982 týðandi partur av útgávuni "Gluggamyndir" hjá Glataðu Spælimonnunum. Kendasti sangurin av útgávuni man vera"Til Boga og allar nýføðingar í verðini".

Jakobina hevur eisini givið tónleik út sjálv. Í 2007 kom fløgan "jakobina rensl", og hon fer at framføra onkrar sangir av hesari útgávu. Í 2024 gav Jakobina út staklagið "Læra vit nakrantíð", sum er ein týðing av kenda sanginum "Where Have All The Flowers Gone".

Hetta verður ein heilt serlig konsert við góðum føroyskum fólkatónleiki.

Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 6. til 8. august.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…