Lýsing
Lýsing
Lýsing

Felags barna- og familjugudstænasta í Marghøllini í Vági

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.02.2026 - 18:48 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Nú sunnudagin 22. februar kl. 11.00 bjóða kirkjurnar og sunnudagsskúlarnir í Suðuroy til felags barna- og familjugudstænastu í Marghøllini í Vági

 

Í fjør var roynt við felagsguðstænastu í Marghøllini í Vági og afturboðanirnar vóru so góðar, at nú verður tátturin tikin upp aftur. 

Til slíkt tiltak er ymiskt á skránni og millum annað kann nevnast, sangur, søga, bøn og spæl. 

Tá ið guðstænasta er liðug, verður bjóða til pizza og ein drekkamunn við onkrum søtum afturvið. 

Tá ið eftirmett var í fjør søgdu fleiri hvussu gott tað var við at koma hvør øðrum við og at løtan eftir guðstænastuna var so hugnalig við góðum práti og einum kaffimunni og hetta verður sjálvandi eisini á skránni í ár.

Fyri børnini er tað kanska serliga, at hoppiborgirnar verða blástar upp, umframt at møguleiki er til at børnini eisini kunnu sparka og royna klatriveggin.

Til hesa felagsguðstænastuna eru øll hjartaliga vælkomin, og eru vónirnar at síggja nógv børn, vaksin og barnsligar sálir!

Kirkjurnar og sunnudagsskúlarnir í Suðuroy

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…
Tórunn og KÍ hava munin
Bill til Sogndal
Eitt farligt experiment at selja fiskiræ…
Toymið á KG er nú sett
Sildakann­ingar norð­anfyri
Miriam og Rúni í Slovenia
Í felag seta vit eina grønari kós
Uppboðssøla av fiski­rættindum er eitt ek…
Tiltøk í vikuni
Vit seta eina fjølbroytta skrá saman til…
Skjótt at byggja
Einfaldari at avgreiða byggimál og endur…
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra
Hugnaløta fyri sjómansfamiljur
Minningarorð um Fastur mína, Eydnu Kjeln…
Norð­oyastevnan = Norð­oyastevnuteitið