Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Trivnaðarnevndin og hennara støða til hægri pensjónsaldur. Lagnunnar speisemi vil tað so, at Javnaðarflokkurin, sum á sinni var primus motor í at lata tey eldru sleppa frá fyri aldur, í dag er einsamallur motorur í at lata tey eldru arbeiða longri

Bert 2 av 7 nevndarlimum fyri hægri pensjónsaldri

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.02.2026 - 14:25 Politikkur Tíðindi

Einans tey bæði umboðini hjá Javnaðarflokkinum í Trivnaðarnevndini mæla til at hækka pensjónsaldurin í Føroyum. Øll andstøðan mælir frá, meðan umboðið hjá Tjóðveldi sigur seg ikki taka støðu fyrrenn í tingsalinum.

 

 

At pensjónsmálið kann steðga Suðuroyartunlinum varð greitt longu í gjár, tá álitini høvdu striltið við at koma úr aftur nevndunum. Málini hava alstóran týdning fyri lagnuna hjá samgonguni, tí løgmaður hevur boðað frá, at fellur annað uppskotið, so er ongin samgonga. Og tað verður neyvan Suðuroyartunnilin, ið fellur, tí hann hevur undirtøku í andstøðuni eisini.

Tá tað kemur til Suðuroyartunnilin, so skilir Norðlýsið úr politisku skipanini, at málið verður samtykt. Hetta tí, at tað ikki eru nóg nógvar atkvøður í samgonguni ímóti fyri at viga upp ímóti suðuroyingum í andstøðuni. Allarhelst vera tað, tá avtornar, ein rímiliga greiður meiriluti fyri at prosjektera og bjóða út verkætlanina.

Men í pensjónsmálinum er støðan ein heilt onnur. Her stendur øll andstøðan saman um, at tey ikki hjálpa samgonguni at bera málið ígjøgnum – eins og man sá í mai mánaða í fjør. Tí skulu bert tvey samgongufólk til fyri at fella uppskotið um pensjónsmálið. Og her er greitt, at meðan andstøðan í Trivnaðarnevndini stendur saman um at siga nei til hægri pensjónsaldur, so stendur samgongan ikki saman.

Liljan Weihe er nevniliga ikki við í samgongutilmælinum og kann fáa ein lyklaleiklut. Tingkvinnan úr Tjóðveldi hevur verið fremsti kritikarin av Suðuroyartunlinum, og er eisini næstforkvinna í Trivnaðarnevndini, har pensjónsmálið liggur. Nú er greitt, at hon ikki skrivar undir saman við samgonguumboðunum uppá at samtykkja hægri pensjónsaldur.

Hetta merkir, at einans Hans Jacob Thomsen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, og Súsanna Bertholdsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, mæla til at samtykkja uppskotið hjá Margit Stórá, landsstýriskvinnu fyri Javnaðarflokkin, um at hækka pensjónsaldur.

Liljan Weihe er í tí lyklastøðu, at við at siga nei til hækkaðan pensjónsaldur, so er størri møguleiki, at hon forðar fyri Suðuroyartunlinum, enn við tí nei-atkvøðuni, ið hon leverar til sjálvt málið um undirsjóvartunnilin. Hennara atkvøða er tó ikki nokk til at fella málið um hægri pensjónsaldur, og tí er spurningurin, hvør kann leggja ta avgerandi atkvøðuna til. Her kundi Erling Eidesgaard, ið eisini hevur verið ein kritikari av verandi tunnilsverkætlan, verið eitt boð. Hann og Liljan Weihe hava áður saman demonstrerað fyri samgonguni, at tey ikki treytaleyst gera, sum floksleiðslurnar krevja av teimum.  

Í mai í fjør, tá málið varð tikið aftur av landsstýrismanninum, ljóðaði tað, at fleiri samgongutingfólk vóru ímóti hægri pensjónsalduri, men tað kom ikki alment fram júst hvørji hesi vóru. Men vóru samgongutingfólk ikki ímóti, hevði málið ikki verið trekt aftur. Spurningurin er so, um hesi hava broytt meining.

Pensjónsmálið kann sostatt væl bæði steðga Suðuroyartunlinum, og av tí sama eisini útloysa bæði samgonguslit og nýval til Løgtingið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Talv á Kafé Fríðu í kvøld
Varpa ljós á bústaðarmarknaðin
Ræðandi nógv plastrusk í nærumhvørinum
Bert 2 av 7 nevndarlimum fyri hægri pens…
Veðrið um vikuskiftið
P-dagur í dag
Stórur dagur á TSK
Høvuðs­útbúgvingarstørv krevja uppnormeri…
Heimurin á einum vegamóti
Ein væleydnað fyrsta ferðavinnu­ráð­stevna
KÍ og B36 spæla venjingardyst í kvøld
Torradagar á Norðoya Fornminna­savni
Jakobina á Summar Festivalin
Torraskáin fríggja­dagin
Nýggjur leiðari hjá Føroya Banka í Klaks…
Talvlands­kappingin løgd út á blik
Vælkomin Yui Shibuya
Nema ger størri íløgur og styrkir virkse…
Barnaár­ini í Svínoy
Kom og sig tína hugsan um ferðavinnu í N…
Lýsing