Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Majbritt Skov er leiðandi búskaparfrøðingur hjá Deloitte Economics í Keypmannahavn. Pápi hennara er annars úr Kunoynni. Mánadagin leggur Majbritt fram í Auluni í Havn.

Varpa ljós á bústaðarmarknaðin

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.02.2026 - 15:39 Tíðindaskriv Tíðindi

Seminar um bústaðarmarknaðin verður í Auluni mánadagin, har Majbritt Skov frá Deloitte Economics leggur fram úrslitini og tilmælini úr nýggjari frágreiðing um føroyska bústaðarmarknaðin.

Í sambandi við at Deloitte Economics hevur gjørt eina frágreiðing um framtíðarútlitini fyri føroyska bústaðarmarknaðin verður bjóða inn til seminar í Auluni á Finsen mánadagin 23. februar 2026 frá klokkan 8:30 til 11:30. Á seminarinum verða niðurstøður og tilmælir í frágreiðingini løgd fram, umframt at tað verður skipa fyri panelkjaki um bústaðarmarknaðin við støði í framløguni. 

Ein vælvirkandi bústaðarmarknaður er týdningarmikil fyri vøkstur og menning í einum samfelagi. Tí skulu haldgóðar loysnir finnast á ójavnvágini á føroyska bústaðarmarknaðinum, har útboðið av bústøðum ikki hevur megnað at fylgt við vaksandi eftirspurninginum, ið stavar frá tilflyting, hægri inntøku og broyttum bústaðar­ynskjum.

Frágreiðingin er gjørd av Deloitte Economics, og er fíggjað av LÍV, Tórshavnar Kommunu, Betri Banka, Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag. Ábyrgdina av innihaldinum í frágreiðingini hevur Deloitte Economics, og verður tað Majbritt Skov, ábyrgdarhavandi partnari í Deloitte, sum hevur framløguna í Auluni mánadagin. Umboð fyri nevndu stovnar luttaka í panelkjakinum eftirfylgjandi. 

Fyribils skrá

08.00-08.50: Koma og morgunkaffi.
08.50-09.00: Vælkomin v/ Elsu Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu og Majbritt Skov, partnari og høvuðsbúskaparfrøðingur í Deloitte.
09.00-09.20:  Greining av føroyska bústaðarmarknaðin v/ Margit Stórá, landsstýriskvinna í bústaðarmálum
09.20-10.00: Framløga av frágreiðingini v/Majbritt Skov.
10.00-11.00: Kjak um framtíðar bústaðarmarknaðin. Eisini verður møguleiki at seta spurningar. Elsa Berg og Torbjørn Jacobsen luttaka. Johnny í Grótinum er orðstýrari.
11.00: Samandráttur og takk fyri í dag.
 

Tíð: Mánadagin 23. februar 2026. Klokkan 8.30-11.30.
Stað: Aulan í Finsen

Lýsing
Seinastu tíðindini
AVLÝST: Torradagar á Norðoya Fornminnasa…
Morguntúr leygarmorgun 21.feb. 
Talv á Kafé Fríðu í kvøld
Varpa ljós á bústaðarmarknaðin
Ræðandi nógv plastrusk í nærumhvørinum
Bert 2 av 7 nevndarlimum fyri hægri pens…
Veðrið um vikuskiftið
P-dagur í dag
Stórur dagur á TSK
Høvuðs­útbúgvingarstørv krevja uppnormeri…
Heimurin á einum vegamóti
Ein væleydnað fyrsta ferðavinnu­ráð­stevna
KÍ og B36 spæla venjingardyst í kvøld
Jakobina á Summar Festivalin
Torraskáin fríggja­dagin
Nýggjur leiðari hjá Føroya Banka í Klaks…
Talvlands­kappingin løgd út á blik
Vælkomin Yui Shibuya
Nema ger størri íløgur og styrkir virkse…
Barnaár­ini í Svínoy
Lýsing