Lýsing
Lýsing
Morguntúr leygarmorgun 21.feb.
Í sambandi við “ Torravikuna” hjá Klaksvíkar Kommunu skipar Norðoya Gongufelag fyri einum morguntúri niðan á Klakk (413m) í Klaksvík leygardagin 21.feb kl.8.00
Vit fara til gongu frá gula SEV húsinum, á veg niðan á Háls kl.8.00. Vit hava fingið loyvi at ganga niðan á Klakk.
Túrurin tekur 1-2 tímar, men altíð gott at minnast til hetta: Mat, drekka og góðar fjallaskógvar - (Heit klæðir, handskar, húgvu eru altíð gott at hava við, tá man gongur í Føroyum).
Síggjast
Seinastu tíðindini