Fjálgt graseinkjukvøld á Biskupsstøðgarði
Fríggjakvøldið var kvinnuleikluturin settur í fokus við framløgu um Marin Malenu Nolsøe og sofapráti um at vera sjómanskona ella graseinkja
Testovan Marin Malena á Biskupsstøðgarði var full av fólki fríggjakvøldið á Torradøgum.
Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, hevði framløgu um Marin Malenu, aðrar kvinnusøgur og týdningin av at framtíðartryggja søgur um kvinnur. Hon greiddi millum annað frá, hvussu Marin Malena helt fram við at koppseta føroyingar fyri pokur í 1800 talinum. Maður hennara Nólsoyar Páll flutti koppingarevnið til Føroya, men tað var hon, ið stóð fyri og helt fram við arbeiðnum – eisini langt eftir at Nólsoyar Páll gekk burtur við skipi á heimferð í 1808.
Hetta er dømi um eina kvinnusøgu, sum ikki hevur verið nógv at hoyra um, og tá er einki sagt um, hvussu Marin Malena stýrdi garðinum og øllum tí, sum hartil hoyrir, meðan maðurin var burtur.
Annika Sølvará vísti eisini á týdningin av keldum til slíkt tilfar og nýtti høvið til at vísa á ymisk mið, sum eru tøk, og á facebookbólkin Kvinnumyndir – Kvinnusøgur í Føroyum. Tað er ein bólkur, har heitt verður á øll um at siga søguna um kvinnurnar.
- Hvørjar vóru langommurnar, ommurnar, mammurnar, mostrarnar?
Facebookbólkurin er at finna her: https://www.facebook.com/Kvinnumyndir
Tríggjar graseinkjur
Eftir áhugaverdu framløguna frá stjóranum í Granskingarráðnum sessaðust tríggjar kvinnur, hvørs makar sigla úti. Heidi Biskopstø, Anna Svanhilda Johannesen og Bjørt Kristiansen. Tær greiddu frá gerandislívinum og lívsstílinum, sum tað er, at makin er burtur helvtina av tíðini.
Hóast bæði fortreytir og umstøður eru broyttar nógv síðani dagar Marin Malenu, so stendur ein felagsnevnari eftir. Hann er, at kvinnurnar stýra. Tær standa við ábyrgdini fyri øllum tí, sum eitur heimalív, meðan maðurin er burtur.
- Men tá ið maðurin so kemur heim, føli eg tað, sum eg fái frí, segði Heidi Biskopsstø, og bæði Anna Svanhilda og Bjørt tóku undir við henni.
Eitt annað, sum var áhugavert at hoyra, er, hvussu stóra ávirkan nútíðar møguleikarnir at samskifta hava á hendan lívsstílin. Í dag tosa tær tríggjar dagliga við menninar, og er tað neyðugt, ber til at fáa fatur á honum alt fyri eitt.
- Tað kann ikki samanberast við fyrr, hildu tær báðar Anna Svanhilda og Heidi fyri, meðan tær samstundis mintust aftur á hondskrivað brøv í postkassanum, og hvussu spennandi tað var at bíða eftir postboðnum.
Bjørt Kristiansen er ung graseinkja, og segði seg ikki hava roynt tað at bíða í spenningi eftir einum hondskrivaðum brævi.
- Men mann kann sanniliga eisini fáa fitt boð sendandi á messenger, legði hon afturat.
Eitt dømi var, tá ið tær komu inn á jalousi, sum var ein partur av tí. Serliga fyrr, tá ið makin var leingi burtur og møguleikarnir at tosa saman so avmarkaðir.
- Har eru vit so heppin, at vit hava Find my iPhone, helt Bjørt Kristiansen skemtandi fyri, og láturin rungaði í hugnaligu testovuni.
Samanumtikið var talan um eitt fjálgt og hugnaligt tiltak í testovuni Marin Malena, har eitt evni, sum vanliga ikki er so nógv at hoyra um, var sett á breddan.
Kvinnurnar sótu leingi og hugnaðu sær eftir at formella skráin var liðug.