Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sjálvstýri vil venda skeivu skattabyrðuni

SKRIVAÐ: Sámal Petur í Grund, Formaður í Sjálvstýri  |  22.02.2026 - 22:09 Politikkur Tíðindaskriv

Sjálvstýri fer at arbeiða fyri at rætta upp á tað skattaskifti, sum er hent í Føroyum seinastu árini. Seinastu árini er skattabyrðan nemliga flutt frá teimum, sum hava mest, til tey, ið hava minst.

 

 

Í 2009 vórðu átta prosent goldin í landsskatti av teimum 10 prosentunum, sum hava lægstu inntøkurnar í Føroyum.

Í 2023 rindaðu tey við lægstu inntøkunum heili 21 prosent í landsskatti Tað vil siga, at tey tíggu prosentini, sum forvinna minst í Føroyum, rinda nú meiri enn tvær ferðir meira í landskatti, enn tey gjørdu í 2009.

Um somu tíð er parturin hjá teimum tíggju prosentunum í Føroyum, sum forvinna mest, einans øktur við einum prosenti. Tað vil siga, at skattabyrðan hjá teimum við lægstu inntøkunum er vaksin við 13 prosentum meðan tey hægstløntu einans gjalda eitt prosent meira.

Hetta merkir, at tey við lægstu inntøkunum hava goldið lutfalsliga meiri av búskaparvøkstrinum enn tey ríkastu.

Ein slík gongd økir um ójavna og gongur útyvir samhaldsfestið í samfelagnum. Eitt rættvíst samfelag byggir á tað grundleggjandi prinsippið, at tey, sum hava sterkastu herðarnar, bera tyngstu byrðarnar.

Rættvísari skattabýti
Skattaskipanin er eitt av sterkastu amboðum, vit hava at tryggja javnvág og rættvísi. Tá hon verður brúkt á ein hátt, sum økir um ójavna, so er okkara skylda at broyta kósina.

Eitt av høvuðsmálunum hjá Sjálvstýri er tí at arbeiða fyri einum rættvísari býtið av skattabyrðuni.

Eitt sterkt føroyskt samfelag krevur politiskt dirvi at rætta upp, tá ein skeiv gongd er staðfest. Tað dirvið hava vit í Sjálvstýri.

Sámal Petur í Grund

Formaður í Sjálvstýri

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Torra-Konsertin í Varpinum
Harra Løgmaður + 32
Sjálvstýri vil venda skeivu skatta­byrðun…
Veðrið í vikuni
Norðoya Bátafelag hevur aðalfund
Løgmaður svíkir verkafólk
Gentur 14 hjá Stjørnuni steypavinnarar
Áheitan á Løgtingið frá Tvøroyrar býráð
Matvørudepil á veg
Sambands­flokku­rin stuðlar pensjónistunum
Møti í KFUM & K
Fær Aksel talt upp í 17 mánamorgunin?
Torra-Konsert í Varpinum
Fosturtøka, Islam, grøna religiónin og n…
Mjølnir í FM-finalunum eftir 3-1 sigur á…
Torraskráin sunnudagin
Torramyndir frá leygar­degnum
Dreingir 12 hjá Team Klaksvík steypavinn…
Gentur 10 hjá Stjørnuni steypavinnarar
B36 og Dávid B. Andreasen smurdu KÍ av