Lýsing
Lýsing
Lýsing

75 leikarar kappaðust til Trygd Open 2026

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.02.2026 - 05:16 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

Leygardagin 21. februar var liðkapping í badminton í Klaksvík. Tilmeldaðir vóru 75 leikarar, og kappast var í trimum bólkum, U11-U15 dreingir, U11-15 blandað lið og U17-vaksin blandað lið.

 

 

Í mun til undanfarin ár, tá leikararnir hava meldað til sum lið úr egnum felag, vórðu liðini hesuferð sett saman tvørturum árgangir og feløg.

Endamálið er at skapa trivna og samanhald millum leikarar úr ymsu feløgunum.

Hetta er ein leistur, sum Badmintonsambandið hevur arbeitt við eina tíð, og við hesum fáa leikarar úr smærri feløgunum eisini møguleika at vera partur av liðkappingini.

Kappingin var jøvn og spennandi, og leikarar og fyriskiparar vóru væl nøgd við nýggja kappingarleistin og dagin.

Eftir ætlan verður liðkappingin árligt afturvendandi tiltak hjá Badmintonsambandinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…