Lýsing
Lýsing
Lýsing
Meðan javnaðartingfólk siga seg vera bundin av eini samgonguavtalu um at bera bæði hægri pensjónsaldur og Suðuroyartunnil ígjøgnum, tykjast hinir báðir flokkarnir ikki at vita av eini tílíkari avtalu. | Mynd: Skíggjatak frá logting.fo

Suðuroyartunnilin samtyktur – men einans 13 samgongufólk tóku undir

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.02.2026 - 23:18 Politikkur Tíðindi

Hóast Javnaðarflokkurin hevur ført fram, at tað er ein avtala í samgonguni um, at bæði Suðuroyartunnilin og hægri pensjónsaldur skulu samtykkjast, so eru tað bert javnaðar-tingfólk, ið samlað hava atkvøtt fyri báðum uppskotum. Flokkurin Framsókn kennir tey seg ikki bundnan av avtaluni, og tí atkvøddu Bjarni Kárason Petersen og Karlot Hergeirsson bert fyri hægri pensjónsaldri og ímóti Suðuroyartunlinum.

Atkvøðugreiðslan er av. Ein samlaður Javnaðarflokkur atkvøddi fyri at fara undir at fyrireika og projektera Suðuroyartunnil, men í Tjóðveldi atkvøddi ein triðingur antin blankt ella ímóti, og í Framsókn atkvøddu tveir triðingar ímóti. 

Javnaðarflokkurin mátti taka eitt leikbrá og fór á innanhýsis floksfund mitt undir tingviðgerðini av Suðuroyartunlinum, tá tað var greitt, at Framsókn ikki helt ta avtaluna, sum løgmaður helt seg hava við flokkin um at bera málið um Suðuroyartunnilin ígjøgnum. Ivaleyst hava mong tingfólk í Javnaðarflokkinum kent seg snýtt, tá nú fleiri teirra søgdu tað vera við ringum tannabiti, at tey kortini atkvøddu hægra pensjónsaldurin ígjøgnum. Tey søgdu seg vera noydd til tað vegna samgonguavtaluna.

Men í Framsókn var onki tilsvarandi krav sett tinglimunum um, at tey skulu viðvirka til at bera málið um Suðuroyartunnil ígjøgnum. Framsóknarfólk atkvøddu tí ikki fyri nøkrum við ringum tannabiti, men sum tey sjálvi vildu.

Um andstøðan ynskti at spælt samgonguni eitt puss og atkvøtt ímóti Suðuroyartunlinum, so hevði málið fallið í kvøld, tí 3 samgonguatkvøður vóru ímóti og 1 var blonk.

Og tað kann andstøðan framvegis gera til 3. viðgerð.

Spurningurin er so, um javnaðarfólk eisini fara at atkvøða kollektivt ”við ringum tannabiti” hósdagin, meðan tingliminir í hinum samgonguflokkunum atkvøða, sum teimum lystir.

Í øllum førum avhongur lagnan hjá Suðuroyartunlinum nú av náði frá andstøðuni. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…