Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hvar bleiv meirilutin av?

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  24.02.2026 - 23:54 Politikkur Tíðindaskriv

Almennur fyrispurningur til løgtingslimir okkara: Stytta arbeiðsvikan, hvar bleiv meirilutin av?

 

Á felags nevndardegi hjá Fakfelagssamstarvinum 13 februar 2026 bleiv spurningurin: Nær verður arbeiðsvikan verður stytt við lóg, enn eina ferð viðgjørdur. Nú valskeiðið er farið at halla, kenna bæði fundarfólk og limir í fakfeløgunum í Fakfelagssamstarvinum seg sviknan av samgonguni, sum ikki hevur hildið sítt lyfti um at stytta arbeiðsvikuna við lóg.

Undan seinasta løgtingsvali, so var størsta vallyfti til føroyska arbeiðstakaran, at arbeiðsvikan skal styttast við lóg. Ført var fram, at tað at stytta arbeiðsvikuna lóg var alneyðugt fyri at betra umstøðurnar hjá føroyska arbeiðstakaranum.

Politikkarar fyri bæði Javnaðarflokkin og Tjóðveldi førdu millum annað fram, at stytta arbeiðsvikan fór at geva ágóða fyri alt samfelagið. Ført var eisini fram, at størsti trupulleikin fyri allar borgarar, bæði børn, ung og eldri, var strongd og, at øll høvdu alt ov nógv at gera. Tí var neyðugt at stytta arbeiðsvikuna, so fólk kundu fáa arbeiðslív og familjulív at hanga saman og harvið betra um trivnaðin í øllum samfelagnum.

Stór var gleðin hjá arbeiðstakarunum, tá vit kundu staðfesta, at lyfti um at stytta arbeiðsvikuna við lóg var innskrivað í samgonguskjalið. Samgonguskjalið sum skuldi mynda førda politikkin í valskeiðinum.

Fakfeløgini og limir teirra tóku tí fyri givið, at nú bleiv arbeiðsvikan stytt við lóg.Enn er arbeiðavikan ikki stytt við lóg. Fakfelagssamstarvið má tíverri staðfesta, at sitandi samgonga ikki hevur arbeitt fyri størsta lyftinum, sum var givið arbeiðstakarunum. Eisini mugu vit staðfesta, at sitandi løgmaður Aksel Johannesen alment hevur boða frá, at tað ikki er meiriluti í samgonguni fyri at stytta arbeiðsvikuna við lóg. Tí spyrja vit, hvar bleiv meirilutin av?

Hava samgongulimir ikki eina skyldu at fylgja avtalunum, sum eru innskrivaðar í samgonguskjalið?

Hvussu kann sitandi samgonga loypa frá sínum sítt lyfti um at stytta arbeiðsvikuna við lóg?

 

Fakfelagssamstarvið

  • Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
  • Havnar Arbeiðskvinnufelag
  • Heilsuhjálparafelag Føroya
  • Akademikarafelag Føroya
  • Føroya Pedagogfelag
  • Føroya Lærarafelag
Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…