Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bjarni Kárason Petersen og Karlot Hergeirsson atkvøddu aftur ímóti Suðuroyartunlinum, og beint eftir atkvøðugreiðsluna útskrivaði løgmaður val | Mynd: Logting.fo (tillagað)

Uppskotið um Suðuroyartunnil samtykt - nýval útskrivað

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  25.02.2026 - 15:37 Politikkur Tíðindi

Eftir 4½ tíma av viðgerð av einum broytingaruppskoti hevur Løgtingið loksins atkvøtt um málið um projektering, fyrireiking og útboð av Suðuroyartunlinum. Úrslitið gjørdist, at broytingaruppskotið fall, meðan upprunauppskotið frá løgmanni varð samtykt. Beint eftir útskrivaði løgmaður val.

Tað vóru Árni Skaale (A), Johan Dahl, Magnus Rasmussen og Frimodt Rasmussen (B), eins og Liljan Weihe og Erling Eidesgaard (E), ið komu við broytingaruppskoti um at bjóða báðar farleiðirnar út, t.v.s. sokallaðu Múlaleiðina umframt ta, ið løgmaður skeyt upp. Uppskotið hjá teimum seks varð viðgjørt leingi, men fall at enda við 22 atkvøðum ímóti, 10 fyri og einari blankari.

Uppskotið hjá løgmanni fór ígjøgnum við 26 atkvøðum fyri og 7 ímóti, og her var kanska tað mest spennandi, hvussu Karlot Hergeirsson og Bjarni Kárason Petersen úr Framsókn fóru at atkvøða. Teir báðir vóru ímóti við 2. viðgerð, og tað vakti mikið harmaljóð úr Javnaðarflokkinum. Teir atkvøddu aftur ímóti Suðuroyartunlinum, og beint aftaná útskrivaði løgmaður val.

Hetta merkir, at pensjónsaldurin ikki hækkar til 69 ár. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…