Fann skyldkonu á Torradøgunum
Óli Jacobsen greiddi á Torradøgunum væl og hegnisliga frá, um tá ið Verdandi fórst undir Íslandi í oktober 1944.
Eisini um, at við støði í frásøgnini um Verdandi verður í hesum døgum løgd síðsta hond á fyrsta dokomentarfilmin um sluppirnar og teirra oftani ótespiligu ferðir og í hennara føri, endaði sum ein sorgarleikur í 1944.
Nógvar undarligar søgur knýta seg at hesi seinastu ferðini, har onkur teirra fekk onkra fráboðan, og tí ikki fór við. Ein annar skuldi við heim úr Íslandi, sum teir sigldu undan.
Ættin hjá skiparanum á Verdandi, Óla í Búrstovu er farin víða síðani hendingina og sorgarleikin, tá ið Verdandi fórst undir Íslandi í oktober 1944
Óli í Búrstovu av Eiði, føddur 2. desember 1888 – Beiggin, Olaf Jacob Larsen, føddur 24. august 1901 - vanliga nevndur Jakku.
Óli og Magnina áttu seks døtur og fýra synir. Nøkur av børnunum hjá Óla í Búrstovu vóru: Jaspur, Óli, Petur, Elsa, Olivia og Turid.
Elsa giftisti til Suðuroyar, og fekk børnini, Jóna, Marna, Óli, Elsebeth, Julius, Magnus og Maibritt.
Olaf Jacob Larsen og Margretha áttu, sum greitt er frá fyrr, nýggju børn, Hjartrud, Samson, Petur, Knút, Poul Jóhannes, Anniku, Harry, Steintór, Jacobu.
Petur fekk børnini, Jákup Frants, Atli, Randi og Rógvi.
Til framløguna, týsdagin 17. februar í Smæruni, nevndi eg, at eg saman við Atla, ommusyni ”Einkjuna”, Margrethu - oftani plagdu at vera inni hjá henni, har vit altíð vóru væl havdir. Eisini fegnaðis eg um, at Atli, sonur Petur Larsen var við til hetta høvið – Søguna um Verdandi.
Maibritt Holm
Tá ið framløgan við myndum var liðug, spyr ein dama meg, hvør Atli var? Jú, eg peikaði á hann, og hon fór beina leið til hansara. ”Vit eru í familju”, segði hon ovurfegin, og tók í hondina á Atla.
”Hvør ert tú”, segði Atli ovfarin – og so fór maskinaríið í gongd. Hon æt Maibritt Holm, systir Óla Holm; dóttir Elsu hjá Óla í Býrstovu. ”So eru vit trímenningar”, sigur Atli – eg eri sonur Petur Larsen – sonur Jakku, ið var beiggi Óla í Búrstovu.
Síðani vóru aðrar ”familjifløkjur greiddar” og tey vóru ovurfegið, um, uttan at vita av, at tey vóru í familju, hittast í Klaksvík – og høvdu hittst til sama endamál: At hoyra søguna um ættarfólk síni og serliga um lagnuferðina hjá Verdandi.
Atli Larsen fann skyldkonu sína, Maibritt Holm á Torradøgunum
Áðrenn tey skiltust henda dagin, hálvsfevndust Maibritt og Atli, sum skyldfólk og vinir, ið ætlaðu at hittast aftur til eitt enn betri og longri prát.
Søgubrot um Verdandi
Tað knýtast ymsar undarligar søgur at seinastu ferðini hjá Verdandi. M.a. kokkurin, Jóhannes Sólheim av Glyvrum, sum plagdi at vera við sum kokkur, riggaði til ferðina, kom umborð, men okkurt undarligt kom yvir hann, sum segði honum, at hann skuldi ikki við henda túrin.
Sólheim, sum hann vanliga varð nevndur, fór til skiparan og boðaði frá, at hann kom ikki við.
Nú vóru góð ráð dýr. Skiparin, Óli í Búrstovu bað bróður sín, Jakku um at koma við í staðin. Hesum var hann ikki nógv fyri, tí hann hevði júst keypt sær hús í Fuglafirði, og har var ymiskt at taka hond í, áðrenn tey kundu flyta inn.
Jakku - Olaf Jacob Larsen, var kendur fyri sítt hegni m.a. í vegaarbeiði. Hann hevði arbeitt hjá Hans Fonsdal, sum var landsverkfrøðingur í tríatiárunum. Jakku var m.a. við til at gera Funningsvegin, Vegin millum Eiði og Sundalagið, Rituvíksvegin, lendingina í Elduvík og ymiskt annað. Ein snotilig brúgv, ið enn sæst eftir tí gamla vegnum omanfyri Eiðis bygd, hevur Jakku verið við til at gera.
Petur Larsen, tann elsti sonurin mintist, at hann loysti endan á Verdandi, tá ið Verdandi fór av Fuglafirði 16. oktober 1944, dagin eftir, at tey vóru komin av Oyri til Fuglafjarðar við lastbili, sum flutti tey hagar við ferðagóðsinum. Pápin, Jakku var bert 43 ár og kom ikki afturí aftur.
Teir høvdu tikið ís í Fuglafirði. Petur minnist nógva roykin, sum kom frá maskinunu. Hann stóð og eygleiddi teir, til teir fóru undir, so fór Petur heim til hús at hjálpa mammuni.
Jakku og konan, Margretha Larsen áttu átta børn og tað nýgginda bar Margretha undir belti. Tað var ein lítil genta, sum Jakku boðaði Margretu frá í dreymi, náttina fyri, hon átti. “Hann hevði eina lítla gentu í ørmunum og segði, at hetta er tað síðsta, ið eg kann geva tær”, greiddi Petur Larsen frá frá mammu síni. Sama dagin, 31. oktober 1944, átti mamman eina dóttir, sum bleiv kallað Jacoba. Nú visti mamman eisini, at teir komu ikki aftur.
Jartrud elsta dótturin, sum seinni giftist við Evald Johannesen, var 16 ár, tá ið pápin fórst, helt hús í rúma tíð, meðam mamman var á sjúkrahúsi í Havn við dóttrini, tí mamman datt so illani og breyt armin og síðuna, beint fyr hon átti. Knút fór tá til grannan Hans og Kristinu Toftegaard – í Køk, at verða í eina tíð, til mamman kom aftur til jóla.
Nú sat Margretha eftir við níggju børnum og ongum forsyrgjara. Men leggja Petur og beiggin, Knút afturat, at í Fuglafirði var gott at vera og fingu tey nógva hjálp frá góðum fólki har. Tað kundi verða døgurðamatur ella viðskeri. Einaferð kom ein genta inn til mammuna við einum konvulutti. Mamma gentuna hevði sent hana og bar einkjuni hann. Har vóru kr. 97,- í, sum var nógv tá, greiddi Petur frá.
Margretha, sum í Fuglafirði bert varð kalla einkjan, var ein sera fitt og fyrikomandi kona. Hon tók kampin upp, arbeiddi í fiski, vaskaði og bant sera nógv – Eitt árið hevði hon bundið 56 skipstroyggjur, sum hon bar handilsmanninum í býti fyri vørur. Hetta var umframt arbeiðið og tað, hon bant uppá børnini, greiðir Knút Larsen frá. Eisini tók hon onnur fyrifallandi arbeiði.
Atli Larsen
Eg og ommusonurin, Atli Larsen – sonur Petur Larsen, sum eitt skeið var nærmasti granni mín norðuri á Bakka, áðrenn tey fluttu niðan á Trøð í nýggj hús, pápin hevði bygt, spældu nógv saman og vóru tíðum á gott hjá ommu Atla, einkjuni.
Hon tók sær altíð stundir at snakka við okkum, og ikki sluppu vit útaftur, fyrr enn vit høvdu notið okkurt gott frá henni – Ein drekkamunn, ein breyðbita, kakubitla ella okkurt søtt. Hon var so fitt, kerlig, smílandi og góð við okkum, eins og øll, sum komu á gátt.
Hesi níggju børnini komu øll væl undan og hava lagt nógv eftir seg.
Tummas Fagranes
Beiggi einkjuna var Tummas Fagranes - tey vóru ættaði frá Gjógv. Pápin, Hans Jákup í Gorti, og mamman var Sigga, ið var ættað úr Kollafirði, systir Gjáar Sofur, sum var tiltikin skipari.
Hesin Tummas Fagranes, sum búið í Runavík, var skipstimbrari og hevði verið við til at umvæla og bøta um fleiri sluppir har – eisini Verdandi. Um tað mundið, tá ið Verdandi fórst, arbeiddi Tummas á Siglifjørðinum og hevði verið umborð á Verdandi og vitjað.
Tað var nógv prát á Siglifjørðinum um, hvussu Verdandi mundi vera farin. Um veðrið mundi vera orsøkin ella kanska, hon hevði siglt á eina minu. Eisini tí at einki sást aftur til rekar ella annað frá sluppini.
Seinni var tó ein reki funnin og Tummas Fagranes, sum arbeiddi á Siglufjørðinum varð spurdur, um hann kendist við rekan. “Jú”, segði Tummas, “Hatta er av Verdandi! Tað kann eg siga, tí eg havi sjálvur evnað sprekið til”.
Seint í oktober 1944 gekk sluppin, Verdandi, burtur við fimtan monnum umborð.
- Petur Larsen, tann elsti sonurin mintist, at hann loysti endan á Verdandi, tá ið sluppin fór av Fuglafirði 16. oktober 1944, dagin eftir, at tey vóru komin av Oyri til Fuglafjarðar við lastbili.
- Skiparin, Óli í Búrstovu bað bróðir sín, Jakku um at koma við í staðin fyri kokkin, sum var komin umborð við klæðsekkinum, ikki vildi við kortini.
- 26. oktober 1944 um miðdagsleitið fór Verdandi av Siglufirði, men hon kom ongantíð vegin fram.
- Sama dagin, 31. oktober 1944, sum Margretha hevði droymt mannin, Jakku átti hon eina dóttir, sum bleiv kallað Jacoba. Nú visti mamman eisini, at teir komu ikki aftur.