Lýsing
Lýsing
Lýsing
Stórt bros var á Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur úr Fólkaflokkinum, nú løgmaður hevur útskrivað nýval at vera 26. mars. | Mynd: Egin mynd.

Eg eri klár til valstríðið!

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  25.02.2026 - 17:22 Politikkur Tíðindi

Norðlýsið var í Løgtinginum í dag og bað millum onnur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur úr Fólkaflokkinum seta orð á um, hvørt tað, sum hendi í tinginum í dag, kom óvart á, og eisini um at seta nøkur orð á um komandi valstríðið.

– ”Eg væntaði at samgongan fór at klára skerini, men so valdi hann [løgmaður, blðm.], at tunnilsmálið kom ígjøgnum og útskrivaði so val, áðrenn pensjónsmálið kom fyri. Tað var ikki heilt óvæntað, men onkuntíð helt eg, at tey fóru at samtykkja pensjónsmálið eisini”, sigur Elsebeth M. Gunnleygsdóttur. Um komandi valdystin sigur hon:

– ”Eg eri heilt klár til valstríðið. Eg havi næstan verið klár í fleiri ár, og eg fari at dríva á, eins og eg altíð geri, og eg vóni, at fólk bæði fara at bakka meg upp og at bakka upp um Fólkaflokkin. Øll vita, at eg brenni fyri tí sosiala og oljuleiting – tað skal vera undarligt, um øll ikki vita tað – tí eg trúgvi á, at oljuleiting kann gerast eitt eyka bein, eitt gullbein, at standa á”, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, sum nú brynjar seg út til valstríð.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…