- Eg vil sjálvandi gera alt fyri at fáa pláss á liðnum
- Nú eru vit tríggir áleyparar, og tað er kapping um plássini á liðnum, men eg vil sjálvandi gera alt fyri at fáa pláss á liðinum og fáa so nógva spælitíð sum gjørligt, sigur nýggi, ungi áleyparin hjá KÍ, Dávid Reynheim, ið trívist væl í KÍ og Klaksvík
Norðlýsið hevur hitt tann unga og spennandi álopsleikaran, sum er komin til KÍ úr italskum fótbólti.
Fyrst og fremst, Dávid, vælkomin til KÍ. Hvussu hevur tú tað í Klaksvík?
- Takk fyri tað! Eg havi tað ordiliga gott í Klaksvík!
- Teir tóku væl móti mær, tá eg møtti teimum í Spania, og síðani hevur tað gingið ordiliga væl – eg tosi við teir flestu og havi tað ordiliga stuttligt.
Treivst ikki í Italia
Hóast tín unga aldur, so hevur tú spælt hálvtannað ár í Torino, har tú megnaði at vinna Italska meistarheitið við U17 har. Hvat fekk teg at koma heim, og hví valdi tú KÍ?
- Eg treivst slettis ikki so væl har niðri, og eg helt slettis ikki, at tað var mennandi fyri meg! Eg útviklaði meg slettis ikki á vøllinum, og eg fekk ikki tað burturúr sum eg vildi, og tað var ikki akkurát tað sum eg helt.
- Fyri mína fórbóltskarrieru so var hatta ikki tað rætta stigið fyri meg, haldi eg. Eg fekk ikki nakað burturúr, og tað sigur nokk haldi eg.
- Eg valdi KÍ, tí at eg haldi tað vera ordiliga spennandi her norðuri. KÍ er eisini tað besta liðið í Føroyum, og klárar seg væl í Evropa, og tað haldi eg er ordliliga spennandi.
- Eg gleði meg at byrja kappingarárið í ár, og vónandi fáa nakrar minuttir, og koma langt í Evropa.
Pápin er fyrimynd
Mamma tín er úr Klaksvík, og tí føla vit her norðuri, at vit eiga nógv í tær. Samstundis er pápi tín ein av Føroya bestu fótbóltsspælarum yvirhøvur. Hvussu stór inspiratión hevur hansara yrkisleið verið fyri tíni leið higartil?
- Sjálvsagt er pápi mín (stóra) inpiratión. Sum sagt, hann er tann besti fórbóltsspælarin í Føroyum. Hann hevur bara spælt í Føroyum, men tað haldi eg ikki, at tað var tí, at hann ikki var góður nokk, men tí hann ikki tímdi at spæla uttanlanda, og hann gavst eisini sum ungur.
- Hann var ein rættiliga dugnaligur leikari, serliga á bóltinum, so har er nógv at liva upp til. So eg venji hvønn dag og royni sjálvandi at blíva betri enn hann.
Hann vil sjálvur hava, at eg verði betri enn hann. Hann vil altíð hjálpa mær at verið ein betri fótbóltsleikari, enn hann nakrantíð var, og tað eri eg eisini glaður fyri.
Fjølbroyttur leikari
Í venjingardystinum móti HB komst tú inn teir seinastu tjúgu minuttirnar til hálvan tíma, har tú beinavegin gjørdi um teg við einum saksasparki. Vit sóu eisini hvussu kvikur tú ert, og móti endanum av dystinum sendi Árni bóltin innfyri, har tú meistarliga skallaði bóltin í HB-málið. Ert tú ein fjølbroyttur leikari, ella hevur tú ávísar spísskomptansir?
- Tað var ordiliga gott at koma inn og skora ímóti HB, og eg vil siga at eg eri ein rættiliga fjølbroyttur leikari – altso eg kann brúkast til fleiri spælistílar haldi eg. Eg eri ikki so nógv til ein spælistíl. Eg haldi eg kann brúkast til nógvar spælistílar, og í nøkrum rollum eisini.
Øgiliga spentur
Í KÍ vilja vit vinna greipuna hvørt ár, samstundis royna vit at røkka eitt evropeiskt deildarspæl. Ert tú spentur uppá hetta kappingarárið, og hvat vónar tú at klára í 2026?
- Ja, eg eri øgiliga spentur upp á hetta kappingarárið. Nú eru vit tríggir áleyparar, og tað er kapping um plássini á liðinum, men eg vil sjálvandi gera alt fyri at fáa pláss á liðinum, og fáa so nógva spælitíð sum gjørligt.
- Tað er fyrst og fremst tað, eg vóni. At fáa spælitíð og fáa eitt pláss á liðnum. Sjálvandi eisini at vinna alt og koma í deildarspæl. Tað er bara eyka, men fyrst og fremst vil eg fáa meg sjálvan í liðið.
KÍ skal møta HB leygardagin í stórsteypadystinum. Fyri tveimum árum síðan skoraði tú ímóti júst KÍ, tá hesi bæði liðini møttust í stórsteypadystinum tá. Kunnu vit kanska vænta eitt mál frá tær aftur hesaferð?
- Í stórsteypadystinum vóni eg sjálvandi at fáa nakrar minuttir. Tað er eisini sjálvandi spesielt at spæla ímóti HB. Tað er altíð spesielt at spæla ímóti ungdómsliðnum hjá sær.
- Sjálvandi [skulu tit] altíð vænta eitt mál frá mær. Um eg fái nakrar minuttir, so fari eg gera alt fyri at fáa eitt mál, so tað hopi eg.