UPPHAV í neystinum
Leikurin "Upphav" hevur persónligan týdning fyri høvuðsleikaran, Gunnvá Zachariasen. Langabbi hennara var ein av 11, ið sjólótust á skaðadegnum í Hesti í 1919, ið leikurin tekur støði í.
Einrøðuleikur eftir Gunnvá Zachariasen og Maritu S. Dalsgaard - í Neystinum í Klaksvík í kvøld
Fyrsta apríl 1919 fóru tríggir bátar á havið, tvey seksmannafør og eitt fýramannafar við fýra monnum. Harðasti streymur var og mysing, men ørgrynna av fiski. Skjótt drógu allir upp í bátarnar og sett segl á aftur at landi.
Tá ið tað var blivið hálvmyrkt, og eingin bátur var komin, øttaðust tey fyri, at ein vanlukka var hend. Sjey menn tóku seg saman at fara at leita eftir teimum. Lykt høvdu teir við sær. Tá ið teir vóru komnir út fyri Hælin, varð ein sovorðin bøla niða, at ein sá einki burtur frá sær. Hildið verður, at teir tá hava rógvið seg á land. Eingin dugdi at svimja, hvørki á fýramannafarinum ella seksmannafarinum.
Fólk í bygdini fóru til gongu út í Hælin og róptu, um nakar var har. Har kom einki aftursvar. Deyðans tøgn hevði tikið alt í sín kalda favn. Einans eitt tjaldur læt sítt klipp, klipp sum ein gravarsang yvir teimum, ið farnir vóru.
Gunnvá er royndur sjónleikari og ber hon væl henda tunga einrøðuleikin. Sigur frá, hugleiðir, leikar omman, Óluvá, ið misti pápa sín, sum barn og hálvvaksin – Stendur uttanfyri og eygleiðir, skilir um síðir – eingin segði nakað beinleiðis - hvat hent er, og fer – børnum so líkt, at skuldseta seg og onnur fyri at hava skyldina av hendingini – vera orsøk til sorgarleikin. Hon peikaði og gjørdi.
Men serliga tøgnin, einki skuldi sigast, “Herrens veje er uransagelige”, var niðurstøðan hjá ommuni, var so lemjandi omaná sorgina. Tey komu tó undan, fingu fisk og greipur frá grannum. Børnini kastaðu nót eftir seiði.
Óluvá, Omma Gunnvá vildi hava ein vakran hava og gav børnunum leykir at seta niður.
Einrøðurleikur er sterkur miðil, har tú kann hava nógvar ymiskar leikir, ymsar støður, ymsar kenslur. Hetta dugdi Gunnvá væl, og tú kundi ikki sleppa leikinum.
Tú vart bundin at søguni og ikki minst gjørdi hegnisliga pallmyndin, ljós- og ljóðsetingin sítt til at so var. Ljóðmyndi setti eitt tyngjandi huglag – ein tyngjandi undirtóna á leikin, sum jú var ein tung frásøgn um 11 mans, sum fórust. Hví hendi hetta? Hvar var Várharra? Nú var umráðandi at biðja enn meir? Hvussu koma vit víðari? Var tað mín skyld? Hví hava øll – eisini tey ungu so stórar hendur?
Skiftandi myndir á veggingum við skiftandi huglagi, har klæðini á snórinum bráðliga vóðru leiktjøld. Og so ikki minst myndin, sum gjørdist rúmlig ella trívídd í andlitinum á Gunnvá, var rámandi.
Leikmyndin ella hugmyndin, søgugongdin, leikkynstrið og ljóð- og ljósárinið var hegnisliga sett saman av dunaligum sjónleikarum og sniðgevum.
Aftuarat tí at sita í heimsins flottasta neysti og njóta hesa løtuna, við bátum hangandi yvir høvdi tínum, sum um tú var inni í einum óunniligum neysti í Heysti, haðani søgugongdin kemur, tó at hon kundi verið fleiri aðra staðni frá í Føroyum, var heilt framúr – Ja, tað kann bara gerast her! Fantastiskt!
Endamyndi var av, ommuni, Óluvá, sum á eldri árum sat miðskeiðis í einum vøkrum urtagarði við nógvum blómum.
Takk fyri eina sera góða og rámandi løtu, søgd og spæld á ein heilt serligan hátt!
Hugskot og stigtakan: Gunnvá Zachariasen
Leikrit: Gunnvá Zachariasen og Marita S. Dalsgaard
Leikari: Gunnvá Zachariasen
Leikstjóri: Marita S. Dalsgaard
Kompositión / ljóð: Anna Katrin Ø. Egilstrøð
Visuelt snið: Silje Grimstad
Gunnvá Zachariasen: "Vit mugu tora at seta orð á upphav okkara"