Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vel ein Hermann 26. mars!

SKRIVAÐ: Hermann R. Samuelsen  |  04.03.2026 - 15:56 Politikkur Tíðindaskriv

Eftir at heitt hevur verið á meg, havi eg tikið avgerð um at stilla upp til løgtingsvalið 26. mars.

 

 

Áhugi mín fyri politikki hevur altíð verið stórur, og royndirnar, sum eg havi í kommunalpolitikki, hava givið mær gott innlit í politisku skipanina.

Eg haldi, at tað er av alstórum týdningi, at politiska skipanin loysir bústaðarneyðina í Føroyum. Tað má gerast lættari at seta búgv í Føroyum. Hetta er ein heilt ítøkilig fortreyt fyri, at ungdómurin skal støðast og trívast í landinum.

Land okkara hevur tó stórar avbjóðingar, sum krevja, at politikarar taka ábyrgd og hava greiðar støður í teimum álvarstíðum, sum liggja fyri framman.

Vit síggja longu, at vit gerast alsamt fleiri eldri, samstundis sum vit fáa færri børn. Heldur henda gongd fram, er ongin framtíð fyri føroyska samfelagnum. Tí er tað alneyðugt, at barnafamiljur verða raðfestar, so tað skal loysa seg at verða barnafamilja í dagsins samfelagi.

Eg vil arbeiða fyri einum haldførum og sterkum føroyskum búskapi, har vit taka ábyrgd av landshúsarhaldinum og tryggja, at komandi ættarlið arva eitt sterkt og sunt samfelag.

Eg eri til reiðar at taka ábyrgd og vera ein hermaður á tingi fyri teg.

Góði veljari – vel ein Hermann á Løgtingi 26. mars!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vel ein Hermann 26. mars!
Flogbóltur: Avgerandi dystur í Badminton…
Heimur, hvussu livir tú?
Upptøka á vallista umvegis Vangan
Nýggjur stjóri í Terminal.fo
Tekniski Skúli á breddan í dag
Bakkafrost tvífaldar linjukapacitetin á…
Herman og Jóan Petur stilla upp fyri Sam…
Jósef í brunninum
Javnleik í aðalroyndini
Opera fyri øll í Varpinum
Klaksvíkar Arbeiðsmanna­felag hevur aðalf…
Beinta Løwe stillar upp fyri Framsókn
Stjørnan danskan styrk til komandi kappi…
Valfundur á Skúlatrøð um vinnukarmar og…
Reint vatn til fjarskot­nar bygdir – før…
Eyka konsert Tey á Kamarinum
Aðalfundur og 2. og 3. uppstillingarfund…
Evnisdagur fyri sjófólk
Næmingar kappast í íverksetan í SkúlaFM-…