Lýsing
Lýsing
Lýsing
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur svarað Jacobi Vestergaard, løgtingsmanni, ið spurdi um heimildir at ognartaka | Mynd: Egin mynd.

Kommunur kunnu ikki ognartaka almenna jørð

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.03.2026 - 19:07 Politikkur Tíðindi

Jacob Vestergaard setti landsstýriskvinnuni Sirið Stenberg ein fyrispurning sambært § 52 a í tingskipanini um ognartøku av almennari ogn/festijørð eftir byggi-og býarskipanarlógini, og hon hevur nú svarað.

Fyrispurningurin var stutt og greitt um kommunur hava heimild at ognartaka almenna ogn/festijørð eftir løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir.

Sirið Stenberg svarar, at ”Kommunur hava sambært § 12, stk. 1 í løgtingslóg um býarskipanir og byggisamtyktir heimild til at taka privata ogn móti endurgjaldi, tá ognartøkan er neyðug til at fremja tey í góðkendari byggisamtykt ætlaðu tiltøk”. Men síðani stendur:

Uttanríkis- og mentamálaráðið metir  [...] ikki, at § 12, stk. 1 í løgtingslóg um býarskipanir og byggisamtyktir gevur kommunum heimild til at ognartaka almenna ogn ella festijørð”.

Tað vil siga, at bert privat ogn kann ognartakast av kommunum. Ein kommuna kann ikki ognartaka jørð hjá tí almenna ella festijørð.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…