Vit heita á politikarar at raðfesta trivnað hjá borgarum í Føroyum!
Nú løgtingsval nærkast, vilja vit í Føroya Pedagogfelag staðiliga minna politikarar á, at vælferðarsamfelagið stendur og fellur við teimum starvsfólkum, sum hvønn dag røkja kjarnutænasturnar til borgararnar.
Pedagogar og hjálparfólk arbeiða dagliga við menniskjum – børnum, ungum og vaksnum borgarum – og bera eina stóra fakliga og menniskjaliga ábyrgd í føroyska samfelagnum. Við yvir 2000 limum á føroyska arbeiðsmarknaðinum vita vit at nógvir føroyingar eru fevndir av pedagogikki í teirra gerandisdegi.
Men alt ov leingi hava arbeiðskorini hjá okkara limum verið undir trýsti. Ov fá starvsfólk, stór arbeiðsbyrða og avbjóðingar við at halda fast um og fáa nýtt fólk til gera, at bæði starvsfólk og borgarar merkja avleiðingarnar.
Hetta er ein politisk ábyrgd.
Uttan greiðar politiskar raðfestingar verður torført at tryggja pedagogiska dygd í tænastunum og at halda fast um tey fakfólk, sum okkara vælferðarsamfelag er treytað av.
Vit krevja tí, at politikarar taka greiða støðu til:
- góð og virðilig arbeiðskor, sum gera tað møguligt at røkja arbeiðið fakliga og menniskjaliga forsvarligt
- kappingarførar lønir og sáttmálar, sum endurspegla ábyrgdina og týdningin av arbeiðinum
- styrking av útbúgving, eftirútbúgving og rekrutering, so fakliga grundarlagið verður tryggjað eisini í framtíðini
- politiska virðing fyri fakligari vitan, har royndir og førleikar frá pedagogiska økinum verða tikin við í avgerðir
- og vilja vit minna á styttu arbeiðsvikuna, sum okkum varð lovað!
Góð arbeiðskor til starvsfólk og góðar tænastur til børn og borgarar eru tvær síður av somu søk. Tá arbeiðskorini versna, gongur tað eisini út yvir trivnaðin og tænasturnar tiln børnini og borgararnar. Tí vænta vit, at politikarar í komandi valskeiði taka verulig stig til at styrkja arbeiðsviðurskiftini á vælferðarøkinum. At raðfesta starvsfólkini er eisini at raðfesta borgararnar.
Vit standa til reiðar til eitt ábyrgdarfult og uppbyggjandi samstarv við politisku skipanina - men vænta samstundis greiða politiska ábyrgd.
Føroya Pedagogfelag