Lýsing
Lýsing
Lýsing

8. mars: Matur er viðgerð – og okkara (kvinnu)fak skal virðismetast!

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  08.03.2026 - 11:07 Politikkur Tíðindaskriv

Í dag hátíðarhalda vit altjóða kvinnudagin. Í Kost og Føðslufelagnum eru 87% av okkara limum kvinnur, og tíverri merkja vit alt ov ofta, at okkara fak verður undirmett.

 

Okkara limir starvast sum føðsluatstøðingar, føðsluhjálparar, føðslutøkningar, kostfrøðingar, økonomair, kliniskir dietistar, kostfakligir leiðarar og ymiskt annað innan fakini kost, føðslu og heilsu.

Siðvenjan hevur verið, at “matgerð” hoyrir seg til eina húsmóðir. Tann hugburðurin livir tíverri enn á nógvum økjum úti í samfelagnum.

Vit síggja framvegis starvslýsingar, har søkt verður eftir fólki til "bæði matgerð og reingerð" – í einum og sama starvi, og heilt uttan krav um útbúgving. Sum um at ein og hvør bara kann átaka sær tað!

Men at gera mat til eldri, sjúk, børn og fólk við serligum tørvi er ikki nakað, "ein og hvør" bara ger. Tað krevur drúgva fakliga vitan!

Okkara limir eru útbúnir serfrøðingar í kostfakligheit. Tá matgerð og dietviðgerð verða gjørd til nakað, sum ongin útbúgving krevst til, so undirmeta vit bæði kvinnufakini og heilsuna hjá teimum veikastu borgarunum í samfelagnum.


Okkara áheitan í dag:

Tíðin er búgvin at gera upp við henda gamla hugburðin! Um vit vilja hava eitt framkomið heilsuverk, fakliga eldrarøkt og góðar stovnar, so má fakligheitin virðismetast.

Setið krøv til útbúgving á øllum stovnum, har matur verður gjørdur til ávísar málbólkar!

Virðismetið kvinnufakini við rættvísari løn og rættinum til fulla tíð.


Vit í Kost og Føðslufelagnum standa til reiðar. Vit eru klár at vegleiða og ráðgeva komandi politisku skipanini í, hvussu hetta økið kann fremjast rætt. Og sjálvandi skulu okkara limir setast sum fakfólk at útføra uppgávurnar í verki.

Brúkið okkum, virðismetið okkum, og latið okkum lyfta samfelagið saman!

Góðan altjóða kvinnudag!

Nevndin í Kost og Føðslufelagnum

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið í vikuni
KÍ var sannfør­andi í Sørvági
Eg eri klárur til valstríð og havi eina…
Nevndin í Klaksvíkar Sjónleikara­felag he…
Møti í Saron á Viðareiði
Hvørji fólk eru á myndini?
Almenn viðmerking til atfinningar
Bjartalíð matchvinnari
8. mars: Matur er viðgerð – og okkara (k…
8. mars – Altjóða kvinnudagur
SÍ endaði ovast eftir 3-0 sigur á Mjølni
Við mikrofon­ini í Svínoy
Politiska landslagið í broyting
Starabúrið út at ferðast
Við mikrofon­ini á valfundi á Skúlatrøð
Upptakt: 07 Vestur-KÍ
Seyðurin hevur rætt til hagan alt árið
- Tað einasta sum telur er at vinna
Sangkórið í Betesda sunnukvøldið kl. 18
Sleppa øll við?