Lýsing
Lýsing
Lýsing

Almenn viðmerking til atfinningar

SKRIVAÐ: Búskaparráðið  |  08.03.2026 - 11:23 Tíðindaskriv

Búskaparráðið dagførdi í várfrágreiðingini  i farnu viku metingina av úrslitinum hjá landskassanum fyri 2025 frá –390 mió. kr. til –50 mió. kr. Tá vóru nøkur skjót at spyrja: "Hvussu kunnu tit taka so nógv feil?"

 

Skjót ikki boðberan

Skeivar metingar av úrsliti Landskassans vísa stóru óvissuna í føroyska búskapinum.

Búskaparráðið dagførdi í várfrágreiðingini  i farnu viku metingina av úrslitinum hjá landskassanum fyri 2025 frá –390 mió. kr. til –50 mió. kr. Tá vóru nøkur skjót at spyrja: Hvussu kunnu tit taka so nógv feil?

Men spurningurin er skeivt settur.

Veruleikin er, at broytingin í metingini ikki fyrst og fremst vísir, at Búskaparráðið hevur roknað skeivt. Hon vísir heldur, hvussu stór óvissan er í føroyska búskapinum – og hvussu avmarkað amboð vit hava til at meta um gongdina.

Tað sum broytti metingina

Høvuðsorsøkin til broytingina er ikki nýggjar útrokningar hjá Búskaparráðnum. Hon er, at Fíggjarmálaráðið sjálvt hevur broytt sína meting av úrslitinum fyri landskassan í 2025.

Síðani seinastu frágreiðing eru nevniliga nýggj tøl komin fram, sum broyta grundarlagið undir metingini.

Serliga eru tríggjar broytingar:

  • Rakstrarúrslitið er nú av FMR mett at vera umleið 170 mió. kr. betri, serliga tí inntøkurnar frá tøku- og veiðugjøldum gjørdust hægri enn væntað.
  • Íløgurnar eru umleið 110 mió. kr. lægri enn áður roknað við.
  • Eykajáttanirnar vóru 23 mió. kr. lægri enn mett bleiv.

 

Samanlagt flyta hesar broytingar metingina við 303 mió. kr. og forklára soleiðis størsta partin av muninum.

Við øðrum orðum: Metingin broyttist nógv, tí nýggj tøl vísa eina aðra gongd enn mett bleiv í august 2025.

 


Prognosur eru ikki spádómar

Fíggjarligar metingar eru ikki spádómar. Tær eru frægastu framskrivingar við tí vit vita í løtuni.

Í smáum opnum búskapum sum tí føroyska kann nógv broytast skjótt: Veiðunøgdir, heimsmarknaðarprísir, skatta- og avgjaldsinntøkur, lønir og íløgur. Ein lítil broyting í fiskivinnuni, alivinnuni ella í skattainntøkum kann skjótt flyta fíggjarliga úrslitið við fleiri hundrað milliónum krónum.

Tí er tað eisini heilt vanligt, at metingar verða dagførdar. Í veruleikanum er tað tekin um eina virkna fíggjarliga eftirlitsmekanismu, at tøl verða rættað, tá nýggj vitan kemur fram.

 


Størri óvissa í smáum búskapum

Óvissan er størri í Føroyum enn í stórum londum. Í londum við 5–10 milliónum íbúgvum javnar nógv seg út. Í Føroyum kann ein einstøk vinnugrein flyta nógv.

Búskapurin er lítil og serstakliga treytaður av fiski- og alivinnu, sum grundleggjandi sveiggja nógv. Tí er tað nærum ómøguligt at gera heilt neyvar fíggjarligar metingar.

Tað er ikki eitt tekin um veikleika hjá teimum sum meta. Tað er ein grundleggjandi eginleiki við føroyska búskapinum.

 


Betri amboð kunnu bøta um metingar

Men tað merkir ikki, at vit ikki kunnu gera tað betur.

Í fleiri londum hava fíggjarmálaráð og tjóðbankar seinastu árini brúkt nógva orku uppá at fáa til vega betri hagfrøðiliga grundaðar makrobúskaparligar myndlar. Hetta kann eitt nú byggja á realtíðardátur, neyvari inntøkumetingar og framkomnari prognosuhættir.

Í Føroyum eru hesi amboð framvegis sera einføld. Tí hevði tað verið skynsamt, um Fíggjarmálaráðið og Búskaparráðið í felag brúktu orku uppá betri metingaramboð til føroyska búskapin.

Ikki tí at prognosur nakrantíð verða fullkomnar. Men tí at tær kunnu gerast betri og meira gjøgnumskygdar.

 


Skjót ikki boðberan

Búskaparráðið hevur eina einfalda uppgávu: At greina búskaparligu gongdina og siga frá, tá vit síggja broytingar. Umframt at koma við tilráðingum. 

Tá nýggj tøl koma, mugu metingar eisini broytast. Tað er ikki ein veikleiki. Tað er júst soleiðis ein ábyrgdarfull ráðgeving um búskaparpolitikkin eigur at virka.

Tí átti kjakið ikki at snúð seg um at skjóta boðberan.

Heldur átti spurningurin at verið: Hvussu fáa vit betri vitan um føroyska búskapin – so politiskar avgerðir kunnu takast á tryggari grund?

 


Metta úrslitið fyri 2026

Roknskapurin fyri 2025 er ikki endaligur enn, tí kann endaliga úrslit Landskassans gerast eitt annað enn tær minus 50 mió. kr. Men hvussu við metta úrslitinum fyri 2026?

Óvissan var stór fyri metingina av úrslitinum fyri 2025, sum bleiv gjørd í september í fjør. Tess størri er óvissan um úrslitið fyri 2026, sum er mett um nú í mars. 

Mett verður, at Landskassin fer at hava eitt hall á 368 mió. kr. í 2026. Hetta byggir beinleiðis á metingina hjá FMR, sum sambært Fíggjarlógini fyri 2026 fær eitt hall á 268 mió. kr. Harumframt væntar Búskaparráðið, at tað koma eykajáttanir fyri 50 mió. kr. og meira íløgur fyri 50 mió. kr.

Hallið á 368 mió. kr. svarar til 1,2% av metta BTÚ fyri 2026. Hetta er ikki nøktandi í eini støðu við nógvum virksemi og stórt sæð ongum arbeiðsloysi. 

FMR hevur gjørt semju við 12 fakfeløg um lønarkarm fyri 2025/26, har lønirnar hækkað við 3,87%. Í fíggjarlógini fyri 2026 bleiv hædd tikið fyri eini lønarhækking á 3,30%. FMR metir tó, at nýggi lønarkarmurin rúmast í verandi játtan. Tí er metingin ikki broytt, men høga lønarhækkingin ger tað meira sannlíkt, at hallið verður enn størri. 

Heimurin er ikki blivin tryggari hesa síðstu vikuna. Og føroyski búskapurin er framvegis lítil og opin. Tí mugu vit í Føroyum ráðleggja við støði í, at úrslit Landskassans fyri 2026 kann gerast verri, um størri átøk ikki verða gjørd.

 

Johnny í Grótinum, formaður

Búskaparráðið

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Verður hetta nú ein farin sjón?
Veðrið í februar 2026
Harðskapu­rin mótvegis okkara børnum skal…
Løgtingsvalið 2026
KVF: Ongir sjónvarpaðir valfundir kring…
Sjey stilla upp til fólka­tingsvalið fyri…
Ongin ognarskattur í stevnuni hjá Sjálvs…
Øll hava rætt til virðiliga pensjón
Sálarfrøðin og Løgtings­fólk
Politikarar­nir eru forðingin fyri lægri…
Frá Klaksvíkar Handverkara­felag
Eg stilli upp
Tobbi greinar politisku støðuna
Norðlýsið í RÚV
Barnakekk á 20.000 kr. – skattafrítt!
Norskur prædiku­maður vitjar Elim í Sølda…
Veðrið í vikuni
KÍ var sannfør­andi í Sørvági
Eg eri klárur til valstríð og havi eina…
Nevndin í Klaksvíkar Sjónleikara­felag he…