Ongin ognarskattur í stevnuni hjá Sjálvstýri
Fyri nøkrum vikum síðani vóru Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur, og Sylvia Thomsen, umboð fyri Sjálvstýri í Klaksvíkar Býráði, í orðadrátti um ognarskatt. Tann orðadrátturin endaði við, at umboðið hjá Sjálvstýri segði seg ikki vilja hava ognarskatt á bústað nr. 1, men nr. 2+, t.e. skatt á tey, sum eiga meira enn ein einstakan bústað. Men nú Sjálvstýri hevur lagt eina stevnu ella útkast til valskrá á Facebook-síðu sína, er ongin ognarskattur við.
Stevnan hjá Sjálvstýri sigur, at í valskeiðnum 2026-2030 vil flokkurin virka fyri yvirskoti á fíggjarlógina, at tryggja langtíðarhaldførið, at minka um kommunalu eindirnar, at lækka skattin hjá lág- og miðalløntum, at veita býlisstuðul heldur enn rentustuðul, at (upp)raðfesta arbeiðarafjøldina, at stuðla upp undir landbúnaðin, at steðga mótrokningini fyri arbeiðandi pensionistar, at tryggja at allar veitingar eru eftirlønargevandi, at leingja barsilstíðarskeiðið og at hækka barsilsgjaldið.
Ivasamt er, hvat liggur í at minka kommunalu eindirnar og at hækka barsilsgjaldið. Skulu kommunalu eindirnar gerast smærri, ella meinast við at fækka tær, so tær gerast færri í tali? Somuleiðis er ivasamt, hvat tað merkir at hækka barsilsgjaldið. Er tað inngjaldið til barsilsskipanina ella útgjaldið úr henni, ið skal vera hægri?
Mest merkisvert er tó, at ognarskatturin ikki er við.
Sámal Petur í Grund, formaður í Sjálvstýri, sigur í viðmerking til uppslagið, at liðugtarbeidda valskráin hjá flokkinum helst kemur antin í dag ella í morgin, og tá fæst møguliga greiða á hesum viðurskiftunum.