Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sálarfrøðin og Løgtingsfólk

SKRIVAÐ: Jenis av Rana  |  09.03.2026 - 11:31 Politikkur Tíðindaskriv Tíðindi

Stuðlar tú okkum valdagin, økjast møguleikar okkara at gerast partur av einari komandi samgongu. Har fara vit at raðfesta eina loysn ein av fyrstu samgongudøgunum.

 

 

Í morgun, mánamorgun snimma, visti útvarpið at siga frá kanningum av sálarstøðuni hjá ungum og børnum. Kanningin vísir m.a.:

·     at bíðitíðin til barnapsykiatri er tann longsta í føroyska heilsuverkinum,

·     at sein útgreining økir vandan fyri strongdartengdum sálarsjúkum, 

·     at gentur við ADHD og autismu bíða longur eftir útgreining, og eru tí í størri vanda fyri at fáa strongdartengdar sálarsjúkur,

·     og at gentur fáa staðfest ADHD 13 mánaðir seinni enn dreingir. 

 

Sálarfrøðin og Miðflokkurin siga tað sama.

Tríggjar ferðir í seinastu tingsetu, seinast 6. Novembur 2025, við 27 atkvøðum ímóti og 4 fyri, feldu Løgtingsfólk uppskot frá Miðflokinum um at veita børnum upp til 15 ár sama ókeypis  stuðul til sálarfrøðiliga hjálp, sum tann, ið verður latin teimum, ið eru millum 15 og 25 ár. Umframt báðar jaatkvøður Miðfloksins atkvøddu Erhard Joensen og Frimodt Rasmussen fyri- og hjartans tøkk fái teir fyri tað!

Ferð eftir ferð hava vit endurgivið sálarfrøðina og grundgivið fyri, at hjálp, sum verður veitt beinanvegin, kann forða svárum sálarligum trupulleikum seinni í lívinum, men uttan at hetta hevur rinið við ”betrivitandi” løgtingsfólk.

 

Vit halda á.

Miðflokkurin fegnast um, at sálarfrøðin enn einaferð gert vart við hvussu altavgerandi tað er bæði fyri sálarliga sperd, men eisini fyri børn og ung við ADHD og autismusymptomum, at fáa eina her og nú hjálp.

Vit gevast ikki við at vísa á hendan einfalda, men so týdningarmikla veruleikan, og vóna at sleppa við í samgongu, har hesin trupulleikin verður loystur.

Stuðlar tú okkum valdagin, økjast møguleikar okkara at gerast partur av einari komandi samgongu. Har fara vit at raðfesta eina loysn ein av fyrstu samgongudøgunum.

 

Jenis av Rana

Formaður og valevni Miðfloksins

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ongin ognarskattur í stevnuni hjá Sjálvs…
Øll hava rætt til virðiliga pensjón
Sálarfrøðin og Løgtings­fólk
Politikarar­nir eru forðingin fyri lægri…
Frá Klaksvíkar Handverkara­felag
Eg stilli upp
Tobbi greinar politisku støðuna
Norðlýsið í RÚV
Barnakekk á 20.000 kr. – skattafrítt!
Norskur prædiku­maður vitjar Elim í Sølda…
Veðrið í vikuni
KÍ var sannfør­andi í Sørvági
Eg eri klárur til valstríð og havi eina…
Nevndin í Klaksvíkar Sjónleikara­felag he…
Møti í Saron á Viðareiði
Hvørji fólk eru á myndini?
Almenn viðmerking til atfinningar
Bjartalíð matchvinnari
8. mars: Matur er viðgerð – og okkara (k…
8. mars – Altjóða kvinnudagur