Lýsing
Lýsing
Lýsing
Regin Jacobsen á stjóraskrivstovuni á Glyvrum | Mynd: Jóhann Lützen

Politikararnir eru forðingin fyri lægri CO2-útláti

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  09.03.2026 - 10:28 Politikkur Tíðindi Vinna

Bakkafrost er til reiðar við verkætlanini Eysturlund, ið skal skerja CO2-útlátið hjá Bakkafrosti við 50 prosentum og tað hjá Føroyum sum landi við 10 prosentum, men tey sleppa ikki í gongd við hana. Politiska skipanin er einasti fótongulin. Hetta hóast Bakkafrost sjálvt rindar íløguna, sum tí er ókeypis fyri Landskassan.

 

Norðlýsið vitjaði hjá Bakkafrost á Glyrum herfyri. Ørindi okkara vóru at frætta um gongdina hjá alirisanum. Regin Jacobsen var sum vant sera væl upplagdur og greiddi frá við eldhuga um allan aktivitetin hjá Bakkafrost. Burturúr komu fleiri greinar, sum vit leggja út á heimasíðuna hesa vikuna. 

 

Tá komið verður inn á burðardygd og framtíðarætlanir fyri minni útláti, er Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti, ikki so fegin um, at politikarar forða verkætlanini Eysturlund. Hann tekur soleiðis til orðanna:

– ”Burðardygd er nærmast vorðið eitt ókvæmisorð, men tá vit tosa um burðardygd, so snýr tað seg um, at vit skulu røkta tann ”havan” væl, sum vit nú einaferð hava fingið litið upp í hendi at røkta, og syrgja fyri, at hann er í góðum standi bæði í okkara livitíð, og tá okkara eftirkomarar taka yvir. Vit skulu ikki gera okkum inn á hann. Teimum grundleggjandi viðurskiftunum her er tað eyðsæð, at vit mugu ansa eftir.

Eitt av teimum viðurskiftunum, sum Bakkafrost hevur ætlanir um á burðardygdarøkinum, er at fáa CO2-útlátið niður. Hóast Føroyar eru lítlar, so eiga vit altíð at gera tann munin, vit kunnu gera. Heimsmálini siga, at í 2030 skal útlátið vera skert við 50% og í 2050 skal tað vera ”net zero”, ið vil siga neutralt. Har er tað, at Eysturlund kemur inn. Eysturlund kann gera, at fiskamjøl- og fóðurframleiðslan á Havsbrún verður grøn.

Vit kunnu brúka vindorku til at framleiða mjøl. Í dag brúkar Havsbrún øgiliga nógvan damp at framleiða mjøl og fóður við, og orkukeldan til tað er tungolja, ikki streymur. Tí hava vit so nógvar tangar standandi úti á Enninum í Fuglafirði; tað er tungolja til Havsbrún. Og Havsbrún brúkar okkurt árið kanska 30.000 tons av tungolju til at framleiða damp. Tann tungoljan er meira enn helvtin av øllum CO2-útlátinum hjá Bakkafrosti. Kunnu vit fáa tað burtur, ella minka tað munandi, so er tað nokk til at røkka okkara CO2-máli til 2030, og samstundis vil tað minka føroyska CO2-útlátið við umleið 10%”, sigur hann.

 

Win-win fyri landið og vinnuna, men vit sleppa ikki í gongd

Víðari sigur Regin Jacobsen: – ”Eysturlund hevði verið eitt vinnaramál fyri bæði vinnulívið og landið, og hvat meira er – tað hevði ongan kostnað havt fyri landið, tí Bakkafrost rindar sjálvt fyri alla íløguna. Leitað verður eftir argumentum fyri at vera ímóti, og eitt av teimum er, at ”tað skal vera eitt net”. Sambært lógini kann bara SEV hava eitt net, men hóast tað hava smoltstøðirnar jú generatorar til neyðstreym, sum tær í prinsippinum væl kunnu koyra við.

Munurin á hesum vindmyllunum og teimum neyðstreymsannleggunum er bara longdin av káplinum. Á annleggunum er hann kanska 50 til 100 metrar, meðan hann er kanska 20 kilometrar til vindmyllurnar. Talan er bara um ein einstakan kápul við 2 endum, og tað kalla myndugleikarnir fyri eitt ”net” (!) – hví verða káplarnir millum generatorar og smoltstøðir so ikki eisini roknaðir sum net? Er tað longdin av káplinum, sum ger hann til eitt net?

Tað eru tvey ár síðani, at vit søktu um at gera hetta, og um man tá var sloppin í gongd, so hevði verkætlanin verið liðug nú.

Vit hava ongan møguleika at røkka okkara málum, um vit ikki gera hetta. Tað margháttliga er, at tað eru ikki vit sjálvi, ið hava sett hesi málini, men Føroya Løgting og Føroya Landsstýri. Tey krevja, at vit skulu røkka teimum, og fyri at vera í tráð við tað, sum bæði ES og ST siga, so skulu vit gera hetta. Tað hongur bara ikki saman, tá Tinganes og Løgtingið siga okkum skula minka útlátið og síðani nokta okkum at gera tað, sum skal til”, sigur stjórin á Bakkafrosti.

 

Handlingslamið

Og hann heldur fram: – ”Bakkafrost fær onki gjørt uttan loyvi frá myndugleikunum. Vit hava onki at forhandla við annað enn, at vit mugu hava eitt loyvi, og tað hava vit søkt um, men ikki fingið. Tað undrar okkum, at myndugleikarnir, sum gera lógirnar og reglurnar, sum vit mugu fyrihalda okkum til, men sum vit ikki fortreytirnar, herundir loyvini, til. So fáa vit ikki opererað.

Eg veit ikki, hvørjum man er bangin fyri við at geva okkum hetta loyvið. Tí tað, sum hevur ljóðað, er, at man vil verja SEV. Um tað er argumentið, so má logikkurin væl vera tann, at SEV skal gera hetta netið, og so kann man spyrja, at tá SEV hevur trupult við at levera tær íløgur, sum SEV skal gera fyri at kunna servicera Palleba í Føroyum – SEV-prísurin hækkaði í desember við tí argumentinum, at fyri at kunna gera sínar íløgur mátti SEV hækka elprísin – um tað ikki er løgið, at SEV skal gera eina íløgu bara til Bakkafrost fyri fleiri hundrað milliónir krónur, tá SEV ikki klárar íløgurnar til egið elnet?

Hetta snýr seg ikki um elnetið, men um tungoljuna hjá Havsbrún. Skal SEV nú gera íløgur fyri hundraðtals milliónir til tungoljuna hjá Havsbrún, og man ikki eingong klárar at gera tað, sum man skal fyri at fremja tað grøna orkuskiftið innan elframleiðsluna, so er SEV alvorliga spert. Sundsverkið er við at vera for lítið. Tá ið alt koyrir upp á full drøn í Føroyum, megnar Sundsverkið akkurát at fylgja við, og spurningurin er, um Sundsverkið ikki verður for lítið, tá støðin hjá okkum í Skálavík kemur upp at koyra. 

Hetta merkir, at SEV nú kanska skal gera eina íløgu upp á 1 ella 2 milliardir til eitt nýtt Sundsverk, og tað tykist ikki, sum um man torir at hugsa teir stóru tankarnar hesum viðvíkjandi. Um tú hugsar um ta samlaðu orkuframleiðsluna í Føroyum, so er el-parturin 10%. Alt annað, 90%, verður rikið við olju, altso vanligari olju og tungolju samanlagt. Um tú skalt gera grøna orkuskiftið, so skalt tú ikki bara gera tey 10%’ini hjá SEV; tú skalt eisini gera hini 90%’ini, sum eru uttanfyri, og tað er tað, sum Bakkafrost stríðist við.

Vit hava Havsbrún, og vit hava skipini, lastbilar, bussar, persónbilar, bygningar og so framvegis. Samlaða orkuskiftið fer at krevja íløgur tey næstu 20-30 árini, og um SEV skal gera alt tað, gerst tað meiningsleyst. Tí hví skuldi SEV yvirtikið alt tað, sum privati marknaðurin í dag tekst við innan fyri olju? Tað orkuskiftið er ein heilt onnur umstilling. Eftir mínum tykki skal SEV fyrst og fremst taka sær av at stabilisera og tryggja el-netið í Føroyum, meðan framleiðslan eigur at vera ein separat eind, ið leverar inn á netið. SEV fer aldrin at kunna taka sær av bæði sínum egna grøna orkuskifti upp á 10% og teimum 90%’unum, ið eftir eru. Tað verður alt ov umfatandi og ymiskt, hvussu tað skal loysast”, sigur Regin Jacobsen, stjóri, at enda.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sálarfrøðin og Løgtings­fólk
Politikarar­nir eru forðingin fyri lægri…
Frá Klaksvíkar Handverkara­felag
Eg stilli upp
Tobbi greinar politisku støðuna
Norðlýsið í RÚV
Barnakekk á 20.000 kr. – skattafrítt!
Norskur prædiku­maður vitjar Elim í Sølda…
Veðrið í vikuni
KÍ var sannfør­andi í Sørvági
Eg eri klárur til valstríð og havi eina…
Nevndin í Klaksvíkar Sjónleikara­felag he…
Møti í Saron á Viðareiði
Hvørji fólk eru á myndini?
Almenn viðmerking til atfinningar
Bjartalíð matchvinnari
8. mars: Matur er viðgerð – og okkara (k…
8. mars – Altjóða kvinnudagur
SÍ endaði ovast eftir 3-0 sigur á Mjølni
Við mikrofon­ini í Svínoy