Lýsing
Lýsing
Lýsing
Seinasti valfundurin til løgtingsvalið í 2022 var á Skúlatrøð í Klaksvík. Undirtøkan var so stór, at ikki øll fingu sitipláss. | Mynd: Skíggjatak frá KvF

Verður hetta nú ein farin sjón?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  09.03.2026 - 17:06 Leiðarin Politikkur

Kringvarp Føroya hevur gjørt av ikki at senda frá valfundunum kring landið til valstríðið í 2026. Í staðin fara Tróndur Vatnhamar og Kári Sólstein at koyra runt í bili og tosa við onkrar veljarar, sigur Katrin Petersen, tíðindaleiðari á Aktueltdeildini í Kringvarpinum.

Fyrr í ár boðaði Kringvarpið fyriskiparunum rættiliga seint frá, at tey ikki fóru at senda frá Fiskivinnutinginum á Torradøgunum í Klaksvík. Skotbráðið var ov stutt til at finna nakran annan, ið kundi standa fyri tí, og úrslitið bleiv tí, at tað annars altíð væl vitjaða Fiskivinnutingið var av ongum í ár.

Og nú er so greitt, at Kringvarpið heldur ikki fer at senda frá valfundum kring Føroya land, sum annars hevur verið siðvenja til val. Hvørki til fólkatingsvalið ella løgtingsvalið.

Til valstríðið til fólkatingsvalið í 2022 sendi Kringvarpið frá valfundum á miðnámsskúlunum kring landið – Miðnámsskúlanum í Suðuroy, Miðnámi á Kambsdali, Miðnámi í Vestmanna, Tekniska Skúla í Klaksvík, Glasi í Tórshavn, umframt í SMS og í Sortudíki. Vit vita, at fleiri, um ikki allir, miðnámsskúlar aftur fara at hava valfundir í ár, men hesa ferð verður tað altso uttan Kringvarpið.

Onki er tó at taka seg aftur í, at valfundirnir hava verið bæði populerir og minniligir – hvør minnist ikki eitt nú pinnpakkaða valfundin á Skúlatrøð í Klaksvík til løgtingsvalið í 2019, tá m.a. Tórbjørn Jacobsen og Jacob Vestergaard vóru í hørðum orðadrátti, og sum endaði við, at síðstnevndi varð karikeraður sum Pingu á sosialu miðlunum?

Almennir valfundir, har meinigi veljarin hevur møguleika fyri at seta valevnum beinleiðis spurningar, og verða hoyrdur av fjøldini, eru ein umráðandi partur av fólkaræðinum, og tí fer framhaldandi at verða skipað fyri valfundum, men hvørt tað verður stroymt ella útvarpað frá teimum, nú public service-stovnur okkara hevur kastað frá sær, verður í ár upp til privatar fyriskiparar av einstøku valfundunum og privatar miðlar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Núpur inni við 100.000 pundum
Tvey prik móti krabba: Nýtt átak skal øk…
Thorvald er ein dreymur
Ægir flest gull til FM á langgeil
Føroyar vunnu á San Marino í finaluni
- Vit hava góðan kjans í finaluni
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…