Lýsing
Lýsing
Lýsing

Løgtingsvalið 2026

SKRIVAÐ: Fíggjarmálaráðið  |  09.03.2026 - 16:14 Merkisdagar & Kunngerðir Politikkur Tíðindi

Vísandi til § 6, stk. 3, í løgtingslóg nr. 49 frá 20. juli 1978 um val til Løgtingið kunnger landsstýriskvinnan í fíggjarmálum við hesum, at løgtingsval verður hósdagin 26. mars 2026.

 

Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 10.00 fyrrapartin og heldur fram til kl. 20.00, ella so leingi veljarar møta uttan steðg.

Vallistarnir liggja, ella hava ligið, frammi til alment eftirlit hjá kommununum í minsta lagi í eina viku skjótast gjørligt eftir at valið er útskrivað. Valkort verða send teimum, sum sambært lógini hava valrætt til Løgtingið.

Kærur um

  • at onkur ikki er komin á vallista,
  • at onkur av órøttum er komin á vallista, ella
  • at valkort vantar ella hevur villu

verða at senda avvarðandi kommunu.

Kommunustýrið skal uttan drál viðgera innkomnar kærur hesum viðvíkjandi. Verður komið eftir, at villa er á valkortið ella vallista, verður nýtt valkort útskrivað og vallistin rættaður. Slíkar villur kunnu verða rættaðar til og við valdagin.

 

Fíggjarmálaráðið, 09. mars 2026

 

Ruth Vang

landsstýriskvinna

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Klaksvíkar Havn fær Ídni til sítt virk…
KÍ hevur kunngjørt nýggjan málverja
Nú kunnu GTA-fjepparar seta kross í kale…
Nøkur fá orð Mads Nørregaard Nielsen t…
Serstakt franskt skip í Leirvíksfirði
Klaksvíkar Handils­felag: Opið til kl. 22…
Meistarar eftir óhoyrt framlop
Champions League lutakast hjá KÍ kvinnum…
KÍ fær teir torførastu dystirnar nú
Borgar­stjó­rin vitjar Norðlýsið
Samstarvsavtala um integratión fyri norð…
Stangavegur skal asfalterast
Ítrótta- og rørsluvikan “Vit eru við” ve…
Fyrstu 100 árini hjá VB útgivin í sersta…
Danskur skúli vrakar klassisku tímatalvu…
Mileta í Mjølnir!
Prógvhandanin 2026
Laila & Malan á Summar Festival
Stórur áhugi fyri HM 2027: Telefonir­nar…
Skal bussskýlið sprongj­ast í luftina?