Sjey stilla upp til fólkatingsvalið fyri Tjóðveldi
Tjóðveldi hevur havt tíðindafund fyrrapartin, og tá varð valskráin løgd fram, eins og tað varð kunngjørt, hvør stillar upp fyri flokkin til fólkatingsvalið tann 24. mars.
Valskráin hjá Tjóðveldi sigur, at tey fara at gjøgnumføra tjóðarsemjuna, og grundgeva tey við, at tað verður gjørt ”fyri at avgera sjálv, gera altjóða avtalur, fáa betri marknaðaratgongd, flagga til OL, koma víðari og at tað er fyri teg, meg og Føroyar”, sum tey orða tað. Somuleiðis siga tey seg vilja tryggja, at vit framvegis búgva í heimsins besta landi, ið skal gerast við at taka framtíðina í egnar hendur, og tí skal arbeiðast við haldførum búskapi, bústøðum til øll, útbúgvingarmøguleikum, náttúruvernd, javnari Føroyum, frælsari mentan og list, verja vunnin rættindi og enn eina ferð, at tað er ”fyri teg, meg og Føroyar”.
Eisini verður komið inn á integratión, og at hon má vera haldfør, til tess at hava eitt sterkt vinnulív, varðveita vælferðina, fyri einum fjølbroyttum samfelagi og fyri triðju ferð ”fyri teg, meg og Føroyar”. Yvirskipaða heitið á valskránni er ”Føroyar í hjørtunum og framtíðin í hondunum”.
Fólkatingsvalevni
Umframt valskránna presenteraði Tjóðveldi eisini síni valevni til fólkatingsvalið, og eru tey sjey í tali: Eirikur í Jákupsstovu, Klaksvík; Dennis Holm, Vágur; Sirið Stenberg, Vágur; Høgni Hoydal, Hoyvík; Annika Olsen, Tórshavn; Hervør Pálsdóttir, Tórshavn og Liljan Weihe, Tórshavn.