Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

KVF: Ongir sjónvarpaðir valfundir kring landið

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  09.03.2026 - 15:37 Politikkur Tíðindi

- Tað verða ongir valfundir sjónvarpaðir uttan fyri høvuðsstaðin hetta valstríðið. Tíðin er farin frá tí konseptinum, sigur Katrin Petersen leiðari á Aktueltdeildini í Kringvarpinum

 

Norðlýsið frætti fyrr í dag, at Kringvarpið ikki fór at senda frá almennum valfundum kring landið í sjónvarpinum. Hesir fundir hava verið afturvendandi á valum higartil. 

Vit vendu okkum til Katrin Petersen, sum er leiðari á Aktueltdeildini í Kringvarprinum at frætta nærri.

Tað er ein grund til at vit gevast við hasum konseptinum, tað riggar ikki. Vit kunnu ikki blíva við at gera tað sama og sama. Seinast sóðu vit hálvtómar salir og so má man gera okkurt annað, sigur Katrin. 

Kringvarpið fer tó at senda uttan fyri Tórshavn. 

Vit fara at gera sjónvarpssendingar úti kring landið við veljarum har tey koma til orðanna, sigur Katrin Petersen

Kári Sólstein og Tróndur Vatnhamar fara eisini at koyra runt í landinum og gera innsløg við veljarum, upplýsir Katrin Petersen fyri Norðlýsinum at enda.  

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Verður hetta nú ein farin sjón?
Veðrið í februar 2026
Harðskapu­rin mótvegis okkara børnum skal…
Løgtingsvalið 2026
KVF: Ongir sjónvarpaðir valfundir kring…
Sjey stilla upp til fólka­tingsvalið fyri…
Ongin ognarskattur í stevnuni hjá Sjálvs…
Øll hava rætt til virðiliga pensjón
Sálarfrøðin og Løgtings­fólk
Politikarar­nir eru forðingin fyri lægri…
Frá Klaksvíkar Handverkara­felag
Eg stilli upp
Tobbi greinar politisku støðuna
Norðlýsið í RÚV
Barnakekk á 20.000 kr. – skattafrítt!
Norskur prædiku­maður vitjar Elim í Sølda…
Veðrið í vikuni
KÍ var sannfør­andi í Sørvági
Eg eri klárur til valstríð og havi eina…
Nevndin í Klaksvíkar Sjónleikara­felag he…