Lýsing
Lýsing
Almennur valfundur í Varpinum í kvøld
Sunnukvøldið 22. mars kl 19.30 skipar Norðlýsið fyri almennum valfundi í samband við løgtingsvalið
Lokalu valevnini luttaka. Valfundurin verður stroymdur á heimasíðuni hjá Norðlýsinum - nordlysid.fo
Í samband við valið verður skipað fyri valkafé í Varpinum, har allir flokkar luttaka við hvør sínari kafé. Hetta er sami leistur sum til býráðsvalið í 2024.
Valfeløgini í Norðoyggjum eru í felag komin fram til evnini, ið verða umrødd.
- Haldføri/fíggjarpolitikkur
- Ríkisrættarliga støðan
- Heilsuverkið/almannaverkið
- Bústaðartrupulleikarnir
Spurningar kunnu setast valevnunum.
Orðstýrari verður Jóhann Lützen.
Øll eru vælkomin.
Seinastu tíðindini