Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Orka framyvir — trygd, prísur og grøn framtíð

SKRIVAÐ: Johan Dahl  |  14.03.2026 - 18:24 Politikkur Tíðindaskriv

Orkan er lívæðrin í samfelagnum. Uttan trygga, støðuga og  bíliga orku, steðgar bæði gerandisdagurin hjá fólki og virksemið hjá vinnuni. Seinastu árini hava víst, hvussu viðbreknar orkuskipanir kunnu vera kring heimin — prísirnir hava sveiggjað nógv, og summastaðni hevur beinleiðis verið vandi fyri orkutroti.

 

 

Í Føroyum taka vit ofta fyri givið, at el, hiti og brennievni altíð eru tøk. Men vit eru eitt lítið, viðkvæmt og avbyrgt orkukervi uttan samband við onnur lond. Tí mugu vit í stóran mun klára okkum sjálvi, eisini tá veðrið spælir okkum eitt puss , ella støðan í heiminum ger innflutning truplan.

Oljan er framvegis trygdin

Føroyska orkuskipanin er bygd upp stig fyri stig. Vatnorka og vindorka gera elveiting nógv grønari, og biogass og sólorka eru eisini komin afturat. Men sannleikin er, at oljan framvegis er trygdarventilurin.

Tá lítið er av vindi og vatni — sum ofta hendir, serliga um summarið — eru tað  svørtu dieseoljulverkini, sum tryggja, at ljósini tendra og samfelagið virkar.

Goymslurnar er avmarkaðar

Okkara orkugoymslur av olju er ikki stórar og tí er umráðandi at vit hava støðugar leveringar frá útlondum . Umleið 7-8 vikur við ongum leveransum , so eru goymslurnar tómar og alt, sum er oljudrivið, steðgar upp.

Orkutørvurin fer at vaksa nógv

Komandi árini fer tørvurin á el at vaksa kraftiga. Upphiting, bilar, skip og partar av vinnuni fara frá olju yvir á el. Tað er gott fyri umhvørvið, men setur nógv størri krøv til elskipanina.

Í framtíðini fer el at bera nógv størri part av samlaðu orkunýtsluni enn í dag. Tað krevur stórar íløgur og klókar loysnir.

Hvar skulu vit fáa orkuna frá?

Tað mest skilagóða er at byggja víðari upp á tað, vit longu duga:

meiri vindorku
útbyggja vatnorku
sterkari elnet
battaríir og aðrar goymslur. Her hugsi eg um Pump to Storage i Heygadali.
Sólorku til vinnubygningar og privat hús
Men vindur og vatn eru ikki støðug. Tí mugu vit eisini hava skipanir, sum tryggja orkuna, tá náttúran ikki gevur nokk.

Altjóða verður eisini tosað um nýggjar loysnir, til dømis smærri kjarnorkuverk. Hetta liggur 5-6 ár frammi í tíð, áðrenn hesi verða kommerciel , men vísir, hvussu týdningarmikið tað er at hugsa langt fram.

Trý ting mugu ganga hond í hond

Føroyar hava tørv á orku, sum er:

Trygg — altíð tøk, eisini í ringum tíðum
Burðardygg — meira grøn og umhvørvisvinarlig
Bílig — so húski og vinnulív klára seg

Uttan trygga orku riggar einki. Uttan bíliga orku missa vit kappingarførið. Og uttan grøna orku røkka vit ikki framtíðarkrøvunum.

Ein greið langtíðarætlan er neyðug

Skal Føroyum eydnast, krevst ein langsiktað ætlan fram til minst 2045–2050. Hon eigur at fevna um:

útbygging av varandi orku
styrking av elnetinum
goymsluloysnir
trygga eykaframleiðslu
nýggja tøkni, sum kann koma seinni. Her hugsi eg møguleikan fyri nýggju, tryggu,  SMR kjarnorkuverkunum
Føroyar hava áður megnað at tikið stór tøk, tá vit hava havt eina greiða kós. Orkan er ein av mest grundleggjandi skipanum í samfelagnum — hjartað, sum fær alt at virka.

Tí mugu vit tryggja, at Føroyar eisini í framtíðini hava orku, sum er trygg, bílig og burðardygg.

 

Sambandsflokkurin i landsins leiðslu vil miðvíst arbeiða fyri at loysa hetta álvarsama mál.

X við Johan Dahl

Valevni fyri Sambandsflokkin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stjørnan tekur ímóti VÍF í morgin
Orka framyvir — trygd, prísur og grøn fr…
Virðið pensjónistar – hjálpið kvøldskúla…
Føroyska málið og mentanin fyri hóttafal…
Míni hjartamál: Strika 8000kr, útleigara…
Løgtingsvalið: Norðlýsið on Tour
Kvinnu­ungl­ingar: Mjølnir er føroyameista…
- Sirið og eg kunnu seta rekord
Leivur Øssursson TG 32
Bárður á Steig Nielsen og Anna Falkenber…
FM-stríðið fær fyrstu stóru ábendingina
Johnny um dýr vallyfti: Hetta skalt tú k…
Í kvøld spælir Team Klaksvík síðsta dyst…
Nevndarval á Herluf's Kafé
FC Suðuroy bjóðar til fótbóltsskúla í pá…
Kapitalisma - Skipanin ið lønar tær fyri…
Útróðurin má fáa betri treytir!
KÍ fingið styrk úr brasilia
Duopol í føroyskari telving
Forboð hjá ungum at brúka sosialar miðla…
Lýsing