Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Betri karmar til nýskapandi vinnur – starvsfólkapartabrøv

SKRIVAÐ: Fróði Magnussen  |  15.03.2026 - 15:30 Politikkur Tíðindaskriv

Sjálvandi eigur ongin at verða skattaður av órealiseraðum virðum – heldur ikki av starvsfólkapartabrøvum.

 

Í flestu londum er vanligt, at starvsfólk hava møguleika at fáa ein part av lønini í partabrøvum ella í rættindum at tekna partabrøv til ein ávísan kurs (warrants ella optiónir). Á henda hátt gerast starvsfólk partaeigarar í fyritøkuni, og tað skapar  felags áhugamál millum eigarar, leiðslu og starvsfólk. Á fakmáli verður hetta ofta nevnt “alignment”.

Tá starvsfólk eisini eru eigarar, fáa tey lut í virðisøkingini, sum fyritøkan skapar. Tað merkir, at tey, sum eru við at byggja virðið upp, eisini fáa part í virðinum.

 

Serliga innan start-ups og nýggjar vinnur eru warrants og optiónir ein avgerandi liður. Tað er ein háttur at løna dugnaligum starvsfólkum, tá fyritøkan enn ikki hevur stórt gjaldføri. Í slíkum fyritøkum verður nógv av kapitalinum tey fyrstu árini brúktur til menning og vøkstur, og tí er eigaralutur ofta ein partur av lønini.

 

Men í Føroyum er støðan ein onnur. Her verða starvsfólk skattað, tá tey fáa rætt til at tekna partabrøv – hóast talan ikki er um eitt veruligt partabræv, men bert um ein rætt. Tað vil siga, at skattur verður kravdur av einum virði, sum enn ikki er realiserað, og sum í veruleikanum kann vera púra óvist.

 

Hetta er óheppið, og ger tað truplari hjá føroyskum fyritøkum at kappast um dugnalig starvsfólk, serliga í nýskapandi vinnum. Hetta rakar eisini starvsfólk, sum missa møguleikan at fáa lut í framtíðar virðisøkingini. Serliga ung fólk hava ikki tøkan pening til at rinda skatt av einum vinningi, sum tey enn ikki hava fingið.

 

Tá kapitalvinningsskattalógin varð gjørd í 2001, var ætlanin at gera serligar reglur fyri starvsfólkapartabrøv. Hesar reglur vórðu tó ongantíð settar í verk. Í 2018 varð avgjørt at lata skipanina vera óbroytta, og tí verða starvsfólkapartabrøv framvegis skattað sum gáva – hóast virðið ofta ikki er staðfest upp á tíðspunktið.

 

Sitandi samgonga boðaði eisini frá í sambandi við broytingar í kapitalvinningsskattalógini í 2024, at arbeiðast skuldi víðari við reglum fyri starvsfólkapartabrøv. Enn er tó einki hent á hesum øki.

Eg og Fólkaflokkurin vilja broyta hetta. Grundreglan eigur at vera einføld: skattur eigur fyrst at verða goldin, tá eitt realiserað virði er staðfest – tað vil siga, tá partabrøv verða seld og vinningur er komin til seljaran. Tá er eisini peningur, at rinda skattin við.

 

Skulu nýggjar vinnur og start-ups hava góðar karmar at mennast í Føroyum, er hetta ein grundleggjandi fortreyt.

Í teimum londum, sum Føroyar kappast við, er tað ikki vanligt at skatta starvsfólkapartabrøv, fyrr enn ein realiseraður vinningur er komin í hús. Soleiðis eigur eisini at vera í Føroyum.

 

X við A

X við FróðA Magnussen, valevni hjá Fólkaflokkinum

Lýsing
Seinastu tíðindini
Djórini skulu hava tađ gott og fáa hjálp…
Uppsparing í virðisbrøv skal lønast – vi…
Betri karmar til nýskapandi vinnur – sta…
Øll skulu hava eitt heim
Onga altan til ungdómsíbúð!
Klárt til konsert í Varpinum
Menning sæst eisini í Norð­oyggjum
Formenni­nir vænta ein tættan og spennand…
Herluf's Kafé fingið sína fyrstu nevnd
Javnaðar­flokku­rin vil ikki minka blokkin…
"Hatta er stavurin hjá Andriasi í Stovug…
Hyrox er nýggja fitnessrákið
Hjördis Haack & Hans Pauli Olsen í Gamla…
Upptakt: KÍ-NSÍ
G19: Mjølnir er føroyameistari
Tíðartekn­ini - Páll Poulsen í Betesda su…
Sjálvstýri styrkir leiðsluna
FM verður avgjørt í morgin!
Vit mugu víðari!
KÍ vann greiðan sigur í stórsteypadystin…
Lýsing