Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Brutu verkfalsrættin

SKRIVAÐ: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur  |  16.03.2026 - 08:01 Politikkur Tíðindaskriv

Vónandi minnist veljarin 2. Novembur 2023. Lagnudagurin, tá sjúkrarøktarfrøðingarnar - eftir at hava verið í longsta verkfalli í nýggjari tí - vóru lóggivnir aftur til arbeiðis

 

Sjúkrarøktarfrøðingarnir – tær, og ja, eg sigi tær, tí flestu eru kvinnur – tær, sum hvønn dag renna skjótt, tí starvsfólk mangla. Tær, sum fáa deildir at hanga saman, tí tær vísa vælvild og hava eina sterka ábyrgdarkenslu.

Tá samráðingarnar ikki bóru á mál, og sjúkrarøktarfrøðingarnir ikki fingu síni ynski uppfylt frá fíggjarmálaráðfrúnni, Ruth Vang, valdu tær at brúka sítt lógartryggjaða amboð: verkfalsrættin.

Tað er ein rættur, sum arbeiðsfólk hava júst fyri at kunna leggja trýst á, tá samráðingar steðga upp. Men fíggjarmálaráðfrúan vildi ikki eftirlíka krøvunum, og verkfallið dróg út. Heldur enn at lurta, hendi tað syrgiliga, at sjúkrarøktarfrøðingarnir blivu lóggivnir aftur til arbeiðis av Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi, Framsókn og pørtum av Sambandsflokkinum.

Teirra stríð fyri betri korum bleiv steðgað við lóg. Teirra lógartryggjaði verkfalsrættur bleiv tileinkisgjørdur av áður nevndu flokkum. Hetta er álvarsamt, tí verkfalsrætturin er ein partur av einum vælvirkandi fólkaræði. Við at bróta hendan rætt, er tað eitt slagi av álopi á fólkaræði.

Sjúkrarøktarfrøðingarnir blivu ikki bara lóggivnir aftur til arbeiðis, men eisini sviknir av løgmanni, sum lovaði teimum eitt lønarlyft. Omaná alt hetta fingu tær serverað enn eitt brotið valyfti, tá tað vísti seg, at lovaða 37 tímars arbeiðsvika bleiv til snakk, uttan nakra handling yvirhøvur.

Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn hava hesa setuna útmerkað seg við brotnum lyftum til sínar veljarar. Vit noyðast at hava størri virðing fyri sjúkrarøktarfrøðingunum og teirra fakið.

Uttan tær og teirra vitan, eru vit lítið verd sum samfelag. Vit eiga tí at vísa fakinum størri virðing.

Vónandi minnist veljarin hetta tann 24. og 26. mars. Við at velja somu flokkar fæst meir av tí sama.

X við Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Klakkur inni við 310 tonsum
Brutu verkfalsrættin
Tvey feløg savnast á fyrsta sinni -Minst…
Arbeiðspláss skulu staðset­ast um allar F…
Aftursvar til Árna Klein Olsen úr Samban…
Seyða­hundafinala á Viðareiði
Nú strýkur vorið völl og dal
KÍ skuffaði í fyrstu stóru royndini í ár
Veðrið í vikuni
KÍ - NSÍ (1-1)
Starvs­fólka­trivnaður er gott fyri botnli…
Øll børn hava sama virðið
Gigtafelagið: Hugsið um klimaviðgerð til…
"Vælferð er ein íløga"
Djórini skulu hava tađ gott og fáa hjálp…
Uppsparing í virðisbrøv skal lønast – vi…
Betri karmar til nýskapandi vinnur – sta…
Øll skulu hava eitt heim
Onga altan til ungdómsíbúð!
Klárt til konsert í Varpinum
Lýsing