Veðrið í vikuni
Tað fer ikki at vera kuldi og kavi í vikuni sum kemur. Ikki tí, árstíðin er til tað. Men ættin fer at liggja millum sunnan og vestan, og hitalagið millum 4 og 9 stig. Onkra náttina niður í 2 stig í hæddunum. Tað fer ikki at geva okkum annað enn hvítar fjallatindar (har teir eru høgir) og onkra hálkuávaring á morgni frá Landsverki.
Fyrru helvt av vikuni upp í hvassan vind ein stóran part av tíðini, men sum heild millum frískan vind og strúk – t.e. 8 til 13 m/s. Eitt sindur at avfalli fer at koma niður, næstan alt sum ælaveður. Einki stórt og tungt brúgvalag sæst ætla sær hendaveg næstu 5 dagarnar ella so, men tó okkurt veikari brúgvalag onkra løtuna, sum tó ikki verður so drúgv.
Veðrið í vikuni – dag fyri dag.
Í morgin (mánadagin) byrjar dagurin við frískum loti til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s, sum út á fyrrapartin veksur upp í frískan ella hvassan vind, 10 til 15 m/s. Tað verður skiftandi skýloft og ælaveður, tó sum frá líður longri ímillum ælini. Seint seinnapartin minkar hann vindin niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Tá líður á kvøldið veksur vindurin til frískan vind upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s, samdrigið og eitt skifti regn. Hitin 4 til 8 stig.
Týsdagin er frískur vindur upp í strúk sunnan ella av útsynningi, 8 til 13 m/s, samdrigið og regn. Út á kvøldið veksur hann vindin til frískan vind upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, 18 m/s. Hitin 4 til 9 stig.
Mikudagin er frískur vindur upp í hvassan vind vestan, 10 til 15 m/s, minkandi niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Allan dagin skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin 4 til 8 stig, um náttina niður í 2 stig.
Hósdagin er frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, seinni veksur hann upp í frískan vind upp í strúk í vindi, 8 til 13 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 4 til 8 stig.
Fríggjadagin er frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, hálvskýggjað og sólglottar og yvirhøvur turt. Hitin 5 til 9 stig.