Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bókaklubbadagur í Klaksvík í morgin

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.03.2026 - 12:51 Mentan Tíðindi

Bókadeild Føroya Lærarafelags skipar fyri bókaklubbadegi í Klaksvíkar bókasavni 21. mars kl. 11-15.

 

 

Dagurin er pakkaður við søguløtum, stuttligum gestum, tónleiki og góðum bókatilboðum. Allan dagin er kreativ verkstova og kaffi/te/saft og okkurt gott afturvið er at fáa. Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin.

 

Skrá

11:15 Søguløta – Djarva Sára Skinfluga

 Mourits Mohr Joensen lesur sína fittu søgu um djørvu Sáru Skinflugu.
11:45 Hundamaður vitjar

Heilsa upp á Hundamann og tak eina selfie saman við honum.
12:00 Hoyr um Bókaklubban

Í Bókaklubbanum fært tú eina bók beint til dyrnar sjey ferðir um árið. Vilt tú verða limur?
12:15 Søguløta – Sjókæti A-OY

Sólrún Michelsen lesur upp úr flotta undirsjóvarstavraðnum.
12:45 Operetturnar framføra

Barnaleikbólkur undir leiðslu av Biritu Adelu Davidsen.
13:15 Søguløta – Luddi og Lundisa spæla lunda-krógva og blunda

Vár Berghamar Jacobsen lesur fimtu bókina, sum kemur út síðst í mars.
13:30 Lesidreingir í Klaksvík – sofaprát

Rani, Róar, Jónatan og Sámuel í 3. flokki á Skúlatrøð práta um yndisbøkur og lesing.
14:00 Søguløta – Bjarta bustar tenn

Silja Aldudóttir lesur nýggju, fittu søguna um lítlu Bjartu, sum ikki vil busta tenn.
14:15 Hundamaður vitjar

Heilsa upp á Hundamann og tak eina selfie saman við honum.
14:30 Hoyr um Bókaklubban

Í Bókaklubbanum fært tú bókina beint til dyrnar sjey ferðir um árið. Vilt tú verða limur?
 

Vilt tú verða limur í Bókaklubbanum og fáa eina bók í postkassan sjey ferðir um árið? Møguleiki verður at skráseta seg sum lim í Bókaklubbanum á degnum. Les meira um Bókaklubban á bokaklubbin.fo

Stuðlar hjá Bókaklubbanum eru Føroya banki, LÍV og Smyril Line.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…