Lýsing
Lýsing
Lýsing

'Summarnætur' og 'Smurt snarljós' í Mentanarhúsinum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  17.03.2026 - 14:17 Mentan Tíðindi

Í løtuni ber til at uppliva heimskenda sangleikin GREASE í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

 

Tað er Sangleikabreytin á eNám fyri 10. floks næmingar, sum bjóðar øllum møguleikan at uppliva hendan spennandi, romantiska og stuttliga leik á føroyskum við føroyskum ungdómum, sum syngja, dansa og spæla - og arbeiða uppá ein bil frá 1975 - á pallinum.

GREASE hevur alt, ið ein sangleikur eigur at hava: góðan tónleik, sang, sjónleik og dans, og tað eru næmingarnir sjálvir, ið bæði spæla tónleik og sjónleik.

Hendan uppsetan egnar seg til bæði børn, ung og vaksin, tí leikritið er tillagað, so tað riggar í Føroyum og til allar aldursbólkar. Søgugongdin er tann sama, og sangirnar munnu tey flestu kenna, hóast næmingarnir framføra teir á føroyskum.

Tað eru lærararnir, Bárður á Lakjuni og Marjun Djurhuus, ið hava Sangleikabreytina undir hond. Umleið 50 næmingar eru á breytini í ár, sum eru úr Fuglafjarðar skúla, Stranda skúla og Skúlanum við Streymin.

Seinasta sýning verður 25. mars, men hon er útseld, so fólk mugu skunda sær, um tey ætla at síggja ársins sangleikaframførslu! Atgongumerkini fáast á heimasíðuni hjá Mentanarhúsinum, mh.fo.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…