Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hjálp til eginfíggingina

SKRIVAÐ: Sámal Petur í Grund  |  17.03.2026 - 23:14 Politikkur Tíðindaskriv

Vallyfti: Landið skal hjálpa tær at fáa sethúsa- og íbúðarfígging.

 

Tað er trupult at fáa fígging til sethúsini og eigaraíbúðir, serstakliga uttanfyri miðstaðarøki, og enn torførari í útjaðaranum. Hetta kemur serstakliga av, at peningastovnarnir eru varnir í teirra útlánspolitikki, og tað er ikki nýggj tíðindi.

Teir hava skyldu til at føra ein ábyrgdarfullan og varnan útlánspolitikk. Sethúsa- og íbúðarprísirnir eru sera høgir í løtuni og vit hava tørv á bústøðum.

Tað vísur seg eisini at peningastovnarnir nærum ongar pengar missa av teirra setthúsalánum. 

 

Ítøkiliga uppskotið hjá Sjálvstýri er hetta:

Tú ert í samskifti við peningastovnin um bústaðarfígging, og peningastovnurin sigur, at tað sær fíggjarliga gott út, tað vil siga at tiltøkupeningurin er í lagi.

Men kortini fært tú noktandi svar.

Eginfíggingin er ov lítil. Tá er tað vanliga at peningstovnurin hugsar um at trygdarvirðið á ognini er ov lítið, og tí torir peningastovnurin ikki at játta fíggingina. Hetta verður alt truplari longri burtur tú ert frá miðstaðarøkinum.

Um vit veruliga vilja seta gongd á bústaðarbyggingina, serstakliga í útjaðaranum, so eigur landi at hjálpa hesum familjum, og tað kann gerast við at landið veðheldur fyri tørvandi trygd hjá peningastovnunum.

 

250 búðeindir aftrat

Hetta skal sjálvandi regulerast væl, og landið skal ikki út í nakað óskipað veðhalds trupulleikar sum vit kenna tað frá 80’unum.

Men er niðurstøðan tann, at landið avsetur kr. 25. mió.um árið í 5 ár til eina slíka skipan, og mesta veðhaldsupphædd er kr. 500.000 fyri hvørja búeind, so svarar hetta til at byggjast kunnu 250 búðeindir afturat, sum annars ikki høvdu verði bygdar yvir eitt 5 ára tíðarskeið. Hetta kann eisini regulerast, soleiðis at tað serliga er í útjaðaranum at hetta verður ein møguleiki.

Vandin hjá landinum at missa pengar uppá, er sera avmarkaður, tí peningastovnarnir hava longu mett um fíggjarliga støðuna hjá familjunum, tað vil siga at mett verður, at tey megna at gjalda lánini aftur yvir 25 ár.

Hetta ber væl til at gera uttan umsitingarligt hóvasták. Kravið kann verða, at lán sum landið veðheldur fyri verða afturgoldin t.d. fyrst. So hvørt sum hesi lán verða afturgoldin kann landið inntøkuføra veðhaldini.

Á henda hátt kann ferð setast á bústaðarbygging runt Føroyar, eisini í Kalsoynni, á Viðareiði, Sørvági, á Eiði, í Hvalba - ella hvar tað skal verða.

Hetta er eitt ítøkiligt vallyfti hjá Sjálvstýri.

 

Sámal Petur í Grund,

floksformaður í Sjálvstýri

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sterk vinna skapar vælferð
Tað skal altíð loysa seg at arbeiða
Vit mugu aftur fáa avlop í lands­kassanum
Hægri partafelagsskattur gevur ikki meir…
Hjálp til eginfíggingina
Enn ein bygging Eystan Garð
Lands­bankin og Heilsustýrið skuldu avtak…
Almennur valfundur í Haraldssundi í kvøl…
Einligi fólka­pensjónistu­rin og fíggjarli…
Badmintonhópu­rin í U17 kappaðist í Herni…
Fyribyrging - NGO
Mjølnir og  SÍ spæla fyrstu FM-finaluna…
Ikki ráð at lata vera
Pensjónistar eru ikki ein byrða, men loy…
Fólka­tingssessu­rin má takast í álvara
Útlendsk arbeiðsmegi
Málið er grund­arlagið undir føroyskari m…
Visjónir fyri vinnulívið
Broyttir samgongumøguleikar?
Náttúrukortlegging er grund­arsteinur und…