Lýsing
Lýsing
Lýsing

OPIN PALLUR Í VARPINUM - bæði fyri børn og vaksin

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  18.03.2026 - 13:00 Mentan Tíðindi

Opin pallur fyri børn er eitt afturvendandi og vælvitjað tiltak í Varpinum, og í kvøld verður pallurin fyri fyrstu ferð eisini opin fyri teimum vaksnu.

Opin pallur fyri børn er eitt afturvendandi tiltak sum byrjaði í 2025. Tað eru songkvinnurnar Asta Højgaard og Birita Adela sum eru vertir. Tiltakið byrjar altíð við einari serligari framførslu, og í dag verður tað kórið BARNAGOSPEL úr Fuglafirði sum opnar pallin. 

Síðani er frítt hjá børnum at trína fram við sangi, dansi, skemti, søgum, yrkingum, ljóðførum o.ø., og afturfyri framførsluna fáa børnini vaflu og saft.

Sum nakað nýtt verður nú eisini skipað fyri opnum palli fyri vaksin, og eru tað tær báðar Asta og Birita, umframt Pætur Gerðalíð og Eyðun Ranason Nolsøe sum standa fyri. 

Unga stjørnuskotið Anna Lovisa Mýri, sum vit kenna so væl úr sendingini Hoydalar opnar pallin við tveimum løgum. Síðani er somuleiðis frítt at trína fram, og longu hava fleiri víst áhuga. 

OPIN PALLUR - fyri børn er frá kl. 17-19

OPIN PALLUR - fyri vaksin er frá kl. 20-22

Tiltakið er alment og ókeypis, og tað ber sjálvsagt eisini væl til bara at lurta.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…