Lýsing
Lýsing
Lýsing

Loynilig tjóðarsemja

SKRIVAÐ: Hans Kári Hansen  |  18.03.2026 - 15:30 Politikkur Tíðindaskriv

Kanning hevur víst, at tríggir út av fýra veljarum ynskja framhaldandi at vera innanfyri ríkisfelagsskapin. Hóast hettar, so hava allir flokkar á tingi, uttan Sambandsflokkurin, sagt seg taka undur við tí, tey kalla tjóðarsemjan. Men hví kann so eingin føroyingur sleppa at síggja hettar semjuskjalið?

Siri Stenberg segði í morgun í útvarpssending, at tjóðarsemjan er tað sama, sum loysing. Men Aksel, løgmaður sigur, at tað passar ikki. Hvør hevur rætt, og hvør sigur ósatt?

Hví kunna vit ikki síggja hettar skjalið, sum hevur so stóran týdning, at tað ætlandi fer at verða grundarlag fyri samráðingum, um eina komandi samgongu, sambært Siri úr Tjóðveldi.

Ber tað til í 2026 at fara út í eitt val við einari tjóðarsemju, sum eingin sleppur at síggja? Eitt loyniligt skjal?

Um so er, eri eg bangin fyri, at nógvir av teimum 3 av 4 veljarum, sum vilja ríkisfelagsskapin, fara at føla seg snýttan, so skjótt valdagurin er farin aftur um.

Veljið tí flokkin, sum vil gera tryggar broytingar innanfyri ríkisfelagsskapin.

Veljið Sambandsflokkin. Vit eru erligir og siga tað, vit meina - vit hava eingi loynilig skjøl.

 

X við lista B

X við Hans Kári Hansen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…