14 valevni í Norðoyggjum stilla upp – ongin teirra fyri Framsókn
Bert 14 av teimum 160, sum stilla upp til løgtingsvalið, búgva í Norðoyggjum. Tað eru 8,8% av teimum uppstillaðu. Av hesum eru 10 menn og 4 kvinnur. Fólkaflokkurin stillar 4 valevni í Norðoyggjum upp, Sambandsflokkurin 2, Javnaðarflokkurin 2, Sjálvstýri 2, Tjóðveldi 2 og Miðflokkurin 2. Ongin við bústaði í Norðoyggjum stillar upp fyri Framsókn.
Nú valevnislistarnir eru klárir, hevur Valurslit.fo almannakunngjørt, hvussu nógv stilla upp á hvørjum plássi í landinum. Býtt á gomlu valdømini stilla 14 í Norðoyggjum upp, 27 í Eysturoy, 11 í Norðstreymoy, 79 í Suðurstreymoy, 8 úr fyrrverandi Vága valdømi, 7 úr fyrrv. Sandoyar valdømi og 14 úr Suðuroynni.
Fyrivarni: Yvirlitið tekur bara hædd fyri, hvar fólk búgva í løtuni (addressuni sum valnevndin hevur fingið upplýst). Er ein klaksvíkingur til dømis fluttur til Eysturoyar, so telur hann við sum eysturoyingur, sama hvussu leingi ella stutt hann hevur búð har og tilknýti annars, og sama hvat valfelag hevur stillað hann ella hana upp.
Av teimum 14 norðoyingunum eru 10 valevni úr Klaksvík, 1 úr Ánunum, 1 úr Haraldssundi, 1 úr Norðdepli og 1 úr Svínoy. Fugloyggin, Viðoyggin og Kalsoyggin hava onki valevni hesa ferð.
Býtt á flokkar sær tað soleiðis út:
• Fólkaflokkurin stillar 4 norðoyingar upp, 2 menn (Árna Skaale og Beinir Johannesen) og 2 kvinnur (Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og Rannvá Isaksen); øll búgva tey í Klaksvík.
• 2 menn úr Norðoyggjum stilla upp fyri Sambandsflokkin: Hermann R. Samuelsen og Jóan Petur Joensen, báðir búgva somuleiðis í Klaksvík.
• Javnaðarflokkurin stillar 1 mann í Haraldssundi (Ólav F. Nybo) og 1 kvinnu í Klaksvík (Gunnvá T. Joensen) upp.
• Av norðoyingum stillar Sjálvstýri 1 mann og 1 kvinnu, ávikavist Sámal Petur í Grund í Klaksvík og Sylviu Thomsen í Ánunum, upp.
• Tjóðveldi stillar 2 menn í Norðoyggjum – Eirik í Jákupsstovu og Anfinn í Toft – upp, og báðir búgva teir í Klaksvík.
• Miðflokkurin stillar somuleiðis 2 mans í Norðoyggjum upp, Steffan Klein Poulsen í Norðdepli og Petur T. Asano úr Svínoy.
• Framsókn stillar als onki valevni í Norðoyggjum upp hesaferð.
Tilsamans stilla 10 menn og 4 kvinnur í Norðoyggjum upp. Javnstøða er millum tey uppstillaðu úr Norðoyggjum á listunum hjá Fólkaflokkinum, Javnaðarflokkinum og Sjálvstýri; á hinum trimum listunum stilla einans mannligir norðoyingar upp.
Meira kann lesast á Valurslit.fo