Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vit mugu taka handverkaraútbúgvingar í álvara

SKRIVAÐ: Fróði Hammer  |  18.03.2026 - 18:20 Politikkur Tíðindaskriv

Handverkaraútbúgvingarnar eru ein grundsteinur undir føroyska samfelagnum. Tí er tað eisini okkara ábyrgd at tryggja, at lærlingar fáa eina veruliga útbúgving – og ikki bara verða brúktir sum arbeiðsmegi.

Tað eru fleiri handverkaraútbúgvingar, og trupulleikin gongur aftur í fleiri fakum.

Sjálvur eri eg elektrikari, og eg havi sæð, hvussu lærutíðin ofta gerst ov einsporað. Lærlingar enda við sama arbeiði – at heingja kaðalbakkar upp ella draga kaðlar – og fáa tí ikki eina fullfíggjaða útbúgving. Eg veit enntá um húsasmiðir, sum ongantíð hava sett vindeygu ella hurðar í, tá ið teir eru útbúnir.

Hetta er ikki bara ein trupulleiki fyri lærlingin, men eisini fyri fakliga støðið í Føroyum. Fakliga støðið er ikki nóg høgt, um ongin lærlingur dumpar.

Ein einfald og skilagóð loysn er at innføra eina útbúgvingarbók. Ein tílík kann tryggja, at lærlingar fáa roynt ymisk arbeiðsøki og verða breitt útbúnir handverkarar.

Hetta hevði styrkt meistaralæruna.

Vit hava tørv á dugnaligum handverkarum, men tað krevur, at vit eisini taka útbúgvingarnar í álvara.

 

X við Fróða Hammer

Valdið til fólkið

– Vel Fólkaflokkin 26. mars

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…